mánadagur, 18. apríl 2016

H71 hevur tørv á tínum stuðli


Skrivað hevur: Petur Even Djurhuus

Ein áheitan á allar H71-'arar.

Tá annar heimsbardagi stóð fyri durum, og allir aðrir møguleikar fyri á friðarligan hátt at koma undan bardaganum, vóru troyttir til fánýtis, vendi enski kongurin Georg VI sær til bretska heimsveldið í gitnari røðu send  beinleiðis umvegis BBC, har hann millum annað segði nøkulunda soleiðis:

In this grave hour, perhaps the most faithful in our history, I send to every household of my people both at home and overseas this message. For the second time of the life of most of us we are at war...I ask all of you to stand calm, firm and united in this time of trial and if one and all will keep resolutely and faithful to our case then with goods help we will prevail.”


Á sama hátt venda faldari og heimasíðan hjá H71 sær nú til allar stuðlar sínar, burturi og heima, um at standa fattir saman um felag sítt, nú finalurnar í landskappingini hjá monnum standa fyri durum, og unga evnaríka fremsta lið okkara – stoltleika og fremsta umboð vára alla – skal leika altavgerandi finaludystir ímóti kappingarneytum okkara í ein útnyrðing VÍF.


At hesir dystir kosta blóð, sveitta og tár, vita vit alt um. Undanfarnu 7 kappingarárini hevur H71 verið í hesum finalum heili 4 ferð. Vit vita, at alt skal leggjast fyri, “um sigur skal bera okkum dagurin ytstur”. Í slíkum løtum verður ikki givið við dyrnar, og barst verður um hvønn bólt og hvørt mál, sum galt hetta lív.


Tí er so alt avgerandi, at allar góðar kreftir í hesi løtu savnast um fremsta lið okkara og eggjar teimum til sigurs – uttan fullan og óskerdan stuðul frá øllum okkara kann gerast trupult at bera sigurin heim.


Meiri skal til enn gott hondbóltsspæl í slíkum dystum. Psykologiski parturin er minst líka avgerandi. Leikarar okkara mugu vita og kenna frá øllum okkum, at teir fara at vinna. At H71 kann spæla góðan hondbólt, hevur fremsta lið okkara prógvað alt kappingarárið, og neyvan er ivi um, at vit hava stinnastu manning í landinum. Fáa vit leikarar okkara innan í sær sjálvum at kenna og sanna hetta til finaludystirnar, er møguligt at vinna.


Til finalurnar verður alt farið 0-stillað. H71 hevur vunnið grundspælið so rudduliga, og steypakappingina vunnu vit eisini sannførandi. Slíkt telur tó ikki í sjálvum finalunum. Sjálvsagt er gott at hava tað við í førninginum, tá runnið verður inn á vøllin til finalurnar. Men einasta, ið gevur sigur í finalunum, er at skjóta fleiri mál enn mótstøðuliðið, teir 60 minuttir finaludystur varir. Tí er so altavgerandi at vera tilreiðar, tá finalan verður bríkslað í gongd. Tá nýttar einki, at ætla sær at venja meiri og harðari ella at ætla sær at leggja betur taktikk. Alt slíkt skal vera avgreitt áðrenn dystin. Tað er til hvønn finaludyst bert eitt skot í byrsunum og tað er um at medda rætt, áðrenn skotið verður. Løðast kann ikki umaftur.


H71 og VÍF hava møtt hvør øðrum í finalunum um føroyameistaraheitið í manshondbólti tvær ferð áður. Finalurnar í ár eru soleiðis endurtøkur av finalunum í 2009 og í 2015. Í 2009 vann H71 og í 2015 vann VÍF. Í løtuni er støðan sostatt 1-1. Spennandi verður sjálvsagt at vita, hvør liggur omaná, tá krútroykurin hevur lagt seg hesu ferð.


Til undanfarnu finalurnar millum VÍF og H71 hevur VÍF vunnið grundspælið, og H71 er komið framat hinum finaluplássinum í seinastu løtu og hevur verið mett sum “underdogs” í finalunum. Hesa ferð er støðan so tann, at H71 hevur vunnið grundspælið og rættin til fyrsta plássið í finaluni, og VÍF hevur, sum næstfremstir í grundspælinum, vunnið rættin til seinra plássið í finaluni. Hóast hetta, so er VÍF als ikki at meta sum nakar “underdog” í hesi finaluni. H71 legði longu í heyst grundarlagið undir finaluplássi sínum við at vinna fyrstu 12 dystirnar á rað, áðrenn hini liðini vóru komin rættiliga í dystarvenjing. Síðani hevur gingið meiri striltið. Hinvegin hevur VÍF alla tíðina ligið á einum rímiliga tryggum øðrum plássi og, hóast teir snávaðu nakað nú í seinastuni, kundu teir fyri rættuliga langt síðani meta seg sum hitt liðið í finaluni. So eingin ivi er í, at finalurnar í ár eru rættuliga opnar, og at als eingir favorittar eru til tær.


Annars skal vera lagt afturat, at VÍF og vestmenningar eru fyri føroyskan hondbólt ein sera avgerandi partur. Ikki bara søguliga. Eisini í dag liggur VÍF í broddi fylkingar, tá um føroyskan hondbólt ræður, og eigur VÍF sín stóra og avgerandi leiklut í, at føroyskur hondbóltur (serliga ungu manslandsliðini) í løtuni er á so høgum støði. Harafturat eru vestmenningar eitt so stak fitt og dámligt fólkaslag (ikki bara at vera giftur við) at leika hondbólt ímóti, at sannast má, at líkamikið hvussu leikur fe og hvør stendur eftir við endaliga sigrinum, tá finalurnar eru loknar, so er ivaleyst, at bæði hoyvíkingar og vestmenningar fara at hava minnisríkar og dámligar løtur komandi finaludystirnar.


Og við hesum orðum verður her frá faldara og heimasíðu hjá H71 ynskt øllum góðar finaludystir.

 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com