týsdagur, 19. apríl 2016

H71 – ari í útlegd


Skrivað hevur: Petur Even Djurhuus

Petur Even hugleiðir um gamlar tíðir.

Nú dagarnir verða taldir niður til finalubrakið millum H71 og VÍF mikudagin hin 20. apríl og leygardagin 23. apríl (og møguliga sunnudagin 24. apríl), so fæst illa hugsað um annað allan sólarringin. Og sjálvsagt leita tankarnir slíkar dagar, fyri ein svornan H71 – fjeppara sum meg, aftur í tíðina, alt frá vit sum smádreingir savnaðust um H71 á fyrsta sinni á fløtuni í Hoydølum sum liður í barnaspæli á vári 1971 og fram til dagin í dag, nú felagið sum eitt hitt størsta ítróttarfelag í landinum yvirhøvur, av álvara ger um seg í oddinum í føroyskum hondbólti.

 

Millum annað komi eg at hugsa um fyrsta árið H71 hevði lið í fremstu deild hjá monnum. Hetta var kappingarárið 1985/86, og las eg í Keypmannahavn tá. Upplivdi tí hetta kappingarár í útlegd og lærdi hvussu tað var at ganga við nervum á asfaltinum í Keypmannahavn, ímeðan vinmenn mínir stríddust á leikvøllum, at vinna felagnum stig.

 

Tá var sambandið ikki tað sama sum í dag, hvørki at ferðast ella at samskifta. Fartelefonir vóru ongar, og sjálvur hevði ein á lestrarkamari sínum ikki telefon. Einastu telefonir, ein tá kundi nýta, vóru mynttelefonir, ið settar vóru upp runt um í býnum. Og vórðu hesar eisini dúgliga nýttar til dystirnar. Plagdi at veksla mær einar 20-30 krónir í myntir og so at ringja heim til ymsu ítróttarhallirnar undir dystunum at spyrja hallarvørðarnar um støðuna og gongdina í dystunum (sum tit skilja, so vóru hallarvørðarnir meiri servismeindaðir tá).

 

Minnist serliga væl ein dyst H71 spældi á Tvøroyri ímóti TB, ið tá hevði lið í fremstu deildini hjá monnum. Eg ringdi upp at frætta, tá eg metti at dysturin var um at vera liðugur. Hallarvørðurin sigur í hindum endanum á horninum frá,  at tíðin var farin, at javnt er, men at H71 hevur brotskast. Eg fekk so hallarvørðin at bíða í horninum og “útvarpa” fyri mær, hvussu leikur fór brotskastinum viðvíkjandi. Jákup Símun skoraði (ósvitaligur sum altíð) og segði hallarvørðurin mær hegnisliga frá hesum, tó so, at eg fekk ein bøllutan afturvið, tá hann legði rørið á. Ein praktfull løta - ikki vunnu vit so ofta tá.

 

Vit fluttu tó hetta ár niður aftur í aðru deild. Men tá var steðgurin stuttur. Vit vóru bert eitt ár í aðru deild og ryktu so upp aftur. Eftir tað hava vit bert verið einaferð í aðru deild aftur eitt ár fyrst í nítiárunum, men síðani uttan slit í fremstu deild (hóast vit einaferð fingu umsókn um at sleppa í aðru deild havnaða). So tað hevur verið hjá H71 sum í “Orminum Langa” tá Eirikur Jarlur fyri aðru fer er gingin upp á Ormin Langa,  og Sjóvarbóndin yrkir soleiðs:

 

Eirikur varð á øðrum sinni,
aftur á bunka rikin,
tá sá hann, at stavurin 
á Orminum var tikin.

Jallurin mannar seg triðju ferð:i
“nú skal ikki dvína”
tá fell Úlvur og Herningur
við øllum dreingjum sínum.

 

Triðju ferð í fremstu deildini í hondbólti hevur eydnast H71 at taka “Ormin Langa” heili tvær ferð, nevniliga í 2009 og í 2012.  Og verður spennandi at vita, um tað skal eydnast okkum nú triðju ferð.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com