mánadagur, 18. apríl 2016

Mansfinalan 2016


Skrivað hevur: Áki Mørk

Heimasíðan hevur fingið Áka Mørk at gera eina meting av mansfinaluni 2016.

Kappingin er soleiðis skipað, at eftir 24 umfør spæla nr.1 og nr.2 finalu. Um hetta er rættvíst, skal eg ikki úttala meg um, men soleiðis er veruleikin, og tað mugu vit liva við.


Finalan í ár er ein endurtøka av finaluni í fjør. Tá var VÍF favorittur at vinna, og tað gjørdu teir eisini. Tó gav H71 vestmenningum skarpan gang, og tað var ikki meiri enn tað eina málið á muni í báðum dystunum. Sera undirhaldandi, spennandi og góð reklama fyri føroyskan hondbólt.


Í ár hava liðini skift leiklut. Í ár er tað H71, sum er favorittur at vinna, men hví?


Hoyvíkingar hava vant væl og leingi, og hava alla kappingina á tamb ligið væl fremstir í kappingini. Tað hava teir fyrst og fremst gjørt, tí at teir hava orkað nógv betur enn hini liðini. Og við orku fylgir sjálvsálit, dygd og yvirskot. H71 hevur, sum so, sama liðið, sum í fjør. Tó hava teir fingið kanska besta leikaran í kappingini afturat liðnum frá í fjør. Peter Krogh er kanka júst leikarin, sum vantaði í fjør, og sum fer at gera munin í ár. Tó má sigast, at sterkasta kortið hjá H71 er liðspælið.


Í VÍF má sigast, at ætlanin við kappingarbyrjan er munandi broytt. Vestmenningar høvdu mist fleiri leikarar og aðrir vóru komnir í staðin. Nú finalurnar skulu spælast er liðið næstan meinlíkt tí, ið vann í fjør. Kanska var ætlanin, at leikarirnir sum “góvust” skuldu koma aftur? Av tí at liðið er broytt so mikið, hevur tað verið trupult at fingið tað at rigga. Helst tí, at orkan og samanspælið hevur bilað.


Er verjan hjá VÍF komin uppá pláss? Fer álopið hjá H71 at eydnast líka væl, sum tað hevur? Fer sterka verjan hjá H71 at halda tørn? Hava sterku skjúttarnir hjá VÍF innstillað kanónirnar? Verður tað liðspælið í H71, sum vinnur? Verða tað einstaklingarnir í VÍF, sum standa við øllum tá avtornar?


Eg vænti eina spennandi finalu, sum ikki verður avgjørd fyrr enn í triðja dystinum.


Góða finalu
Áki Mørk

 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com