týsdagur, 19. apríl 2016

Underwood um H71sa FM-setning


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Mynd ovast: Vagnur Michelsen

Tað er í hesum døgum, at Frank Underwood burdi verið H71ari... ella bara so ella so kringaði Felagið.

 

Hansara leiklutur í form av sitatum, vinnaravilja, alt til viks-hugburði til tess at røkka málinum, ber yvir við sjálvt tær miklastu krígstalur.

 

Hevði Underwood verið hoyvíkingur, hevði hann verið H71ari, so hevði verið so lætt--sligið upp á tráðin og heitt á henda politiska predator um at hitt okkara leikarar eftir síðstu fyrireikandi finaluvenjing.

 

Men Frank er ikki hoyvíkingur, kundi eins lætt verið tað, soleiðis at síggja og hoyra til, men tá hann ikki er tað, soleiðis ordiligt, biologiskt, søguligt og mentanarliga, so mugu vit taka til takka við tí næstbesta--eini parafrisering av hansara sitatum:

 


"Í hondbólti antin etur tú pinkubarnið ella ert tú pinkubarnið."


"Makt er mín føði

Bardagi er mín svøvnur

Blóð er mítt oksigen

Hoyvík er mítt blóð

Svøvnur er mín fíggindi

... mínir fíggindar mín føði"


"Ein hoyvíkingur spyr ikki um loyvi at eta ein vestmenning."


"Ein H71ari mátar ikki sítt virði í krónum, men burturbeindum sálum."


"Onkuntíð mást tú bara taka tað, ið rættliga er títt. Hetta er hví, H71arir halda Skeletor vera ein hetja, meðan hinir halda Nemo vera tað."

 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com