leygardagur, 23. apríl 2016

Gott fyri pengakassan


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Feitt hevði verið at vunnið mikudagin hjá okkum at hátíðarhalda FM leygarkvøldið.

Men júst sum við einum øðrum dramaliði, United, Manchester United at navni, so finst "lætt" ikki í H71sari orðabók. Og í ár er einki undantak. Vit skulu partú gera okkara besta fyri at spæla við hjartasláttinum hjá fólki til tað punkt, at tey pluss sjeyti áttu at skaffað sær eina H71-trygging í tilfeldi av, at tað vil heilt illa til. 


Hinvegin, vinna vit í morgin, hvat vit gera, um bert ein av trimum faktorum fara frá "utter failure" til "normality restored", so verður spenningsløtan til sunnudagin hvaðna søtari. Óúthaldbart søtari fyri teir mørbankaðu, ið mørbankaðu okkum mikukvøldið, men sukursøt fyri okkum, ið ætla okkum hatta FMið til hondbóltsins heimstað.


Faktorarnir eru hesir:

i)   at málmennirnir avrika í tandem eins og teir hava gjørt alt árið.

ii)  at verjan avrikar í tandem eins og hon hevur gjørt alt árið.

iii) at álopið bara avrikar ein triðing betri enn tað gjørdi hatta eyðmýkjandi kvøldið í Vestmanna.

 

Viðvíkjandi tí triðja faktorinum, tá kunnu tit í álopinum altíð byrja við at, tá fríir við málmanninum, hyggja heldur enn blunda. Og so bíða... bíða... bíða, og so skjóta handa effing bóltin í mál, og so heima at verja Hoyvíkina hinumegin. Easy!
Eitt sindur sum ungi Pætur Thomsen, ið nettupp dugir at bíða, og so smekka hatta leðurið framvið Niklas, ið er ein góður málmaður, men sum vit fingu at líkjast onkrum metafysiskum undurverki rá langt inni í framtíðini.


Hetta handlar ikki um dómaraavrik, vit eiga at vinna óansæð, og teir skulu nokk halda eyga við teimum, ið hava tað fyri at fara á vøllin við eittans endamáli, at gera seg inn á ítróttarfólk og seinnameiri, frá bonkinum, hálvgum neandertalarasligt, smírast um lokna beistagerð óviðkomandi fyri hondbóltin, og ítrótt yvirhvøur.
Latið dómarnar taka sær av hesum, tit, so tit kunnu brúka tykkara orku uppá at stuðla og koyra undir hvønnannnan til tess at mosa mótstøðuliðið fyri dagin. Mosa, ikki meiðsla.


Finalur skulu vera truplar, annars ikki finala. Men tað handlar um at vinna, tí ongin minnist til ein 2ara. Vit hava vunnið steypafinaluna, so ein søgulig Greipa er til taks. Søga er til taks.


Ein fjórði faktorur er uppií eisini, men hann er meiri órelevantur. Hesin handlar um mótstøðuliðið.
Tað er væl møguligt, at teir fara at spæla eins væl og teir gjørdu mikukvøldið, tað besta í ár. Men vestmenningar høvdu alt hepnið við sær, bólt inn heldur enn bólt út, undir reyvina hjá okkara málmonnum og inn, undir reyvina hjá teirra, og í mál hjá okkum.
Tó, tað er effinett hetta, ið hendir, tá tú leggur alt fyri, totalt alt fyri samtíðis sum tú gert tær dælt av tí, ið heilin av fyrstan tíð var desainaður til... at effing HUGSA!


Tað er heilt ókey, enntá neyðugt, í løtum, at reka upp undir nasar, at geva skortfleingju til liðfelaga, men tað skal vera við tí fyri eyga at manna upp og vinna dystin. 


Brúkið nú tíðina uppá at ímynda tykkum dystin, og latið Jojic, Selvig, Hanusarson, Matras, Nuunu ímynda sær FM-fagnaðin í Hoyvík.


Tað hevur riggað fyrr, og aldri hava vit havt so góða motivasjón og møguleikar sum í morgin... og sunnudagin--fyri at gera kassameistaran hjá okkum uppaftur meiri glaðan.


Eg havi so boðað mínum avvarðandi frá, at mánadagin, hálvur frídagur ella hálvur arbeiðsdagur ella eitt fakfelagssligt forstáilsi harímillum, eri eg "ikki til taks".


So, tit, gerið mær tann beina og síggið til, at eg sleppi undan at broyta meining, eisini hesum viðvíkjandi.


Framtíðin er í morgin, hon er Heima í Hoyvík, og hon er Kolasvørt!!!!!!!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com