mánadagur, 4. juli 2016

Sonni Larsen venjari hjá H71


Komandi kappingarár hevur H71 gjørt sáttmála við Sonni Larsen

Komandi kappingarár hevur H71 gjørt sáttmála við Sonni Larsen, sum er 29 ár og úr Danmark. Sonni hevur hópin av viðkomandi venjaraskeiðum, og hevur eisini nomið sær útbúgving innan ítrott frá KU og sálarfrøði á RUC.

Umframt, at hann spældi hondbólt sum yngri, hevur hann í fleiri ár verið venjari. Í fleiri ár hjá FIF, har hann bæði hevur vant ungar gentur og dreingir.

Sonni vitjaði herfyri felagið og hevði royndarvenjingar við fleiri liðum hjá H71. Leikararnir vóru væl nøgdir, nevndin við og Sonni fekk eisini eina jaliga fatan av felagnum. Tískil hava H71 og Sonni nú undirskrivað sáttmála fyri komandi kappingarár. Sonni byrjar í venjarastarvinum hjá H71 1. august 2016.

Ætlanin er, at Sonni skal vera høvuðsvenjari hjá besta mansliði okkara og 1. deild umframt, at hann eisini verður knýttur at okkara kvinnum. Ætlanin er, at Sonni kemur at seta sín dám á alla venjing í felagnum og hann fer saman við okkara ungdómsvenjarum at tryggja, at børn og ung í H71 fáa dygdar venjing. Hetta, so góða gongdin at menna egið tilfar til bestu deildirnar kann halda áfram.

Ver vælkomin í H71 Sonni og bestu eydnu. Vit gleða okkum.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com