mánadagur, 8. august 2016

Hópurin tekur seg út


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Skúlaárið byrjar skjótt, og tá vit fyrst eru komin hartil, ja, so vita vit, so byrjar hondbólturin.

Tvey ár á rað hava vit verið í FM-finaluni, tapt báðar. Men vit skulu ikki so nógv ár aftur, so vunnu vit tær.

 

Hvørji eru so líkindini fyri at koma í FM-finaluna næsta ár? Vell, skuldu verið góð. Tí hópurin er útbygdur og betraður. Gamaní, Tóraldur er farin, men Dánjal Tórgarð er komin uppí hópin. Dánjal bleiv legendariskur svartingur við HASUM málinum í Kollafirði. Um tú ikki veitst, hvat eg meini við, ella hvønn eg meini við... spyr einhvønn kollfirðing eldri enn 11 ár.


Eg kenni onkran kollfirðing, og eg fari ikki endiliga útum bøgarðarnar í ógvusligheitum við at hevda, at kommunan enn stríðist við at fáa handa síðsta skaran av KÍFarum terapeutaðan bara so mikið, at teir koma úr seingini, eta fornuftigt, hyggja út á fjørðin, og so tørna inn aftur. Sum er koma teir so dánt úr seingini, hugsa "Dánjal"... og so í song aftur.

 

Hart lív.

 

Afturat Dánjali, men ikki bumbusikkurt, kemur tekniski multimaðurin, ið er ein minst líka óvusligur fongur sum Tórgarð, nevniliga Bogi G. Davidsen. Hesir eru vanir at vinna, og tað kemur væl við. Á hvør sín hátt, kunnu vit kanska siga, ein leiðari.


Tað var ivasamt við Trónd Arge, um hann fór avstað í lestrarørindum, men eisini her hava vit skotið papageykin, tí Arge verður verandi. Men vit missa Tórald, ein framúr málmann.

 

Kortini, alt í alt sær hópurin betri út enn tann frá fyri tveimum árum síðani, tá vit náddu FM-finaluni, og betri enn tann frá í fjør, tá vit náddu FM-finaluni, men tó vunnu steypakappingina.

 

Hini liðini, tað veri so, dubba seg eisini; nøkur við at nápa frá øðrum, onnur við sjálvi at hugsa og handla.

 

Óansæð verður hvaðna truplari at náa eini FM-finalu í ár. Og, veitst tú hvat, tað ger einki, tí spenningur og nervi økir um hondbóltsupplivilsið, og ger eisini, at vit eru betri fyri í eini møguligari finalu; hetta, at koma stunandi og pressaður í eina mano i mano støðu, sum FM-finaluumfarið er.

 

Av tí sama gleðist kassameistarin fyri hvørja styrking, onnur lið koma við. Meiri spenningur, fleiri fólk í Hoyvíkshøllina.


Afturat styrking av hópi hevur H71 fingið nýggjan høvuðsvenjara í Sonna Larsen. Hjálparvenjari er Mark Lausen-Marcher. Ein venjara-kombo, vit trúliga gleða okkum til í H71.

 

Meiri um komboina seinni, serstakliga Sonna--eftirsum Mark, populerari enn hoyvíksprestur, ikki neyðturviliga hevur tørv á nakrari introduktión.


Framtíðin er svørt!!!!!!!!

 

---

Leikaralistin er hesin:

 

Málverjar
Elias Elberg
Ári Dam

 

Á vinstra vongi
Dánjal Torgerð
Bogi Gaard Davidsen
Rúni Vest Højgaard
Tórbjørn Mikkelsen
Hjalti Joensen
Leivur Mortensen (u18)
Bergur Ákason (u18)

 

Á vinstra bakki
Tróndur Arge
Hilmar Leon Jakobsen
Boas Heinesen
Niklas Højgaard (u18)

 

Playmakers
Jónas Djurhuus
Oddur Bech
Rasmus Rosendahl
Andrias Gaard (u18)
Rani Højgaard (u18)

 

Á høgra bakki
Hans Kári Hansen
Peter Krogh
Eindri Frýdal

 

Á høgra vongi
John Andor Sivertsen
Pætur Thomsen
Vilhelm Poulsen (u18)

 

Á strikuni
Helgi Hoydal
Sigmundur Dahl
Sigmundur Nolsø
Ólavur Joensen
Poul Símin Niclasen

 

 

 

Peter Krogh er aftur við á bestaliðnum hjá H71 komandi leikár. Her er Peter saman við forkvinnu H71, Sunnevu Jakobsen,



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com