mikudagur, 17. august 2016

Sonni Side of Life


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Agga hevur verið á Hvonn saman við nýggja høvuðsvenjaranum Sonni.

 

Hetta er ikki serliga H71sligt at siga, serliga undirspælandi at siga, men eg havi hugsað og hugsað; og niðurstøðan er, at tá ið Sonni er liðugur við H71, ella fingið sítt serskilda kvørkratak á FTZ-liðið, tá verður tað so ræðandi, at hini liðini fara at sova við ljósunum frá. Ella ein av hasum ósexutu spariperunum.

 

Vit hittust á Hvonn síðsta sunnudag, og prátið flutti seg frá debattini um Miðbýin og Trappuna til eina aðra, tó ikki í námind eina eins vesentliga debatt: hvørt yvirgangurin, ið nú tekur dik á seg, er islamiskur ella bert... framdur av muslimum. Vit blivu ikki klókari uppá nakað.

 

So prátið skifti yvir og endaði í H71 og Hoyvík. Gott tað sama. Viðtalið var, hóast alt, við núverandi høvuðsvenjara hjá H71. Navnið er Sonni. D. V. Larsen. Hvat "D." og "V." merkir, tað lati eg standa sum eitt kuriosum--eg gloymdi at spyrja!

 

Nokkso tíðliga segði Sonni nakað, eg ikki fekk úr høvdinum. Óivað tí, eg ikki hevði hug at fáa tað úr høvdinum. Hann segði nakað soleiðis, lætt parafraserað: "Tað er mátin, tú gert tað uppá, metodurnar, vit gera okkum dælt av, sum skulu trumfa tær hjá øðrum."


Amen!
Orðingin kom til sum úrslit av spurninginum, hvussu vit í H71 vekta gull og heiður í mun til menning; ikki tí, at hesi eru ein innborin mótsøgn. "At vit eru H71, og tí eiga vit at vinna", heldur Sonni, hevur ta fylgju við sær, at tað ger tað øgiliga natúrligt at vinna. Tað minni góða við hesum kann vera, at tað gerst truplari at betra seg. Rúmið at menna seg avmarkast.

 

Sum Sonni styttandi orðaði seg: "At royna at vinna er avgerandi--men tað er hvussu, vit gera tað, ið er mest umráðandi."

 

Vinnarir fokusera upá at vinna; taparir uppá vinnarir. Leggið tykkum hetta í geyma, tit ungu menn!

 

Kjarnuvirðini "fight", "felagsskapur", "innovatión", "passión" og "perfektión" skulu dagast allasteðs í felagsskapinum. Av hesum er kanska ikki so trupult at gita sær til, at Sonni trýr uppá "hård næstekærlighed".

 

Ein eyðsýniligur veikleiki, kann hugsast, er hansara vantandi royndir á senior-stigi. Sonni er 29 ára gamal, og hevur hann royndir sum spælari og venjari. Hann gavst sum ungdómselitu-leikari vegna sjúku, í yvirumferðini frá ungdóms- til vaksin-leikara.
Hann hevur tí roynt seg sum venjari í nøkur ár nú. Vegna aldur, tó, er ivaleyst avmarkað júst hvussu nógva erfaring, til ber at fáa innanborða.

 

Men hyggur tú at hansara CV og, ja, aðramáta tosar við hann, tá er tað deiliga sólarklárt, hvussu miðvísur hann er í og um venjaragerningin. Hann hevur Diplomvenjara-prógv, hvat er tað hægsta í DK, men ætlar sær víðari.

 

Í FIF hevði hann primert við eldri leikarar at gera, altso ungdómsleikarar. Eg veit ikki, um FIF var politiskt lenandi, men heldur enn at fáast við tann "reyða tráðin", brúktu teir tann "bláa tráðin". Soleiðis:) hesin tráður, reyður ella bláur, handlar um "sådan spiller vi håndbold!".

 

Hansara leiklutur var at virka sum 'talentkoordinator', har hann millum annað fekst við landsliðsleikarar á ungdómsniveau, skuldi síggja til, at leikarir komu inn í ligaheimin sum "holistisk fólk". VIð hesum sipar Sonni til, hvussu týðandi tað er, bæði fyri leiakra og felag, og land, at produktið er annað enn óblandað talent: góður dribblari, kastar sum sebrain sparkar, hoppar uppfrá eins og fremstu Rio-atletar.
Sum Sonni sigur, friður og amen við hesum, men uttan ein fullfíggjaðan persón, ein mótaðan og sjálvstøðugan hugsara, ein aktuellan problemknúsara, tá røkkur talent eins langt og føroyskur poppur á altjóða poppmarknaðinum. Ongastaðni.   

 

Fyri okkum ikki-hondbóltsnørdar er helst hent at vita, at FIF er landskent fyri sín hálvhernaðarliga hugburð til menning. Hetta var í neyvum samstarvi við famøsa København Håndbold. So hóast ikki so nógvar beinleiðis royndir á senior-niveau, tá eru royndirnar so mikið seniorsligar frá eldri ungdómsliðum, at tær ikki eru kilometrar frá Hoyvíks-hópinum, frá teim leikarum, hann nú so smátt er farin at kenna. Ikki so ólíkt yvirhøvur, faktiskt.

 

Sonni hevur útbúgving frá Københavns Universitet í "human fysiologi" (fysisk træning og testning). Hetta var í samstarvi við Team Danmark, og hartil hevur Sonni sportspsykologi sum síðufak við serligum atliti til "hvussu bólkar rigga".

 

Í løtuni býr Sonni heilt uppi í Hoyvíkini, men roknar við at flyta longur omaneftir. Hann letst til at trívast væl í 188; og er hann góður við ungdómin og FTZ-leikarnar, og nøgdur við innsatsin, íðan, tá dobbla hetta hin vegin. Børnini elska hann, og "seniorarnir" við.

 

Eftir at hann so kurteisliga bjóðaði sær at fylla uppí koppin, komu vit inn á tíðina higartil. Hvussu var tað nú í Føroyum, hvat gleðir tú teg mest til?
Sum tann "hondbóltsnørd" hann er, gleddi hann seg mest at vera partur av sterka felagsskapinum, men alramest hetta, at dýpa seg í hondbóltsspælið.


Hansara sinnalag er gevaldiga fyrikomandi, men tú líkasum grunar, at reaktiónin er ósundurskiljandi "týsk", um avrik koma honum dátt við, um avrik ella innsatsur ikki stendur væntanum kurl.

 

Hann hevur heilsað uppá Mark. Hann visti ikki um Mark fyrrenn komin til Hoyvíkar, men veit nú, at daman, Sonnasa dama, kemur úr sama býi sum Mark. Sig so tað!


Mark Marcher er hjálparvenjari hjá besta mansliðnum í ár, og Sonni hugsar, at teir koma at vera ein góð kombo. Týdningurin av at hava ein við sær, at sparra við einum, sum kennir hópin, kennir felagið og mótstøðuliðini, kennir kappingina, er ovurhondsstórur.
Teir hugsa hondbólt heilt eins, eitt nú í mun til verju, har báðir søkja tí initiativ-søkjandi verjuna.


Venjaragreipan fer í holt við morgunvenjingar, tá formurin og tíðin er til tað. Sum er venja teir 4 hálv-venjingar, kropsliga venjing, og her hevur Heri Ziska ein sentralan leiklut. Eisini venja teir individuella tekniska venjing.

 

Um hópin helt hann seg hava eitt gott bland av soldátum og generalum; neyðugt er við leiðarum, bæði á vølli sum uttanfyri. Summarfrítíðin er farin við at ganga ígjøgnum video-klipp, ið fyrrverandi høvuðsvenjarin umvegis Anton Arge, upptøkumann hjá felagnum, hevur útvegað núverandi sjefvenjara. So skal tað vera.
So her hevur verið redigerað og tugt tøl.

 

Eg spurdi so, eftir tveir tímar ella tríggjar, um eg kundi stoyta uppí hjá honum, men at hetta var við tí treyt, at hann elskaði H71-svart eins nógv og eg. Hann bað meg fylla uppí. Gangi útfrá, sterkt útfrá, at hetta merkir, at eisini okkara høvuðsvenjari heldur, at svart er kul, og at framtíðin er svørt, so kolasvørt!

 

Vit ynskja Sonna vælkomnum til H71 og Hoyvíkina. Sigur tú H71, sigur tú Hoyvík. Og øvut.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com