fríggjadagur, 26. august 2016

Stórsteypadystir


Triðja árið á rað verður spælt um Lionsbikarið.

Fyrireikingarnar til komandi kappingarár eru langt síðani farnar í gongd - í øllum førum hjá teimum allarflestu, og landskappingardystirnir byrja fyrst í september.

 

Eins og undanfarin ár verður hjá teimum vaksnu lagt til brots við tveimum sokallaðum stórsteypadystum, einum fyri kvinnur og einum fyri menn.

 

Dystirnir eru vanliga millum steypavinnararnar og føroyameistararnar frá seinasta kappingarári. Um eitt lið vann greipuna, so sleppur tað liðið, sum var í aðrari finaluni, upp í part.

 

Spælt verður um Lions-bikarið, og peningurin, sum kemur inn fyri atgongumerkini, fer til eitt vælgerandi endamál, sum Lions Club Føroyar stendur fyri. Hesaferð eru tað samarittarnir hjá Reyðs Krossi, sum fáa ágóðan.

 

Dystirnir báðir verða spældir í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn sunnudagin 4. september:

Klokkan 17:00 Neistin - VÍF, kvinnur

Klokkan 19:00 VÍF - H71, menn

 

Atgongumerkið kostar 70 krónur; hevur onkur hug at lata meira, so ber tað tal.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com