týsdagur, 30. august 2016

Nýggja nevndin – Anna Dam forkvinna


Skrivað hevur: Bergtóra Høgnadóttir

Nýggj fólk komu í nevndina hjá H71 á aðarfundinum mánakvøldið.

Hóast tað er sorgblítt at siga farvæl við megnarkvinnurnar Sunnevu Jakobsen og Gunn Ellefsen í felagnum, so fegnast vit um, at vit í felagnum eru ríkaði við so mongum góðum fólkum, so at tað kortini væl bar til manna eina munagóða nevnd í H71.

 

Anna Dam, sum hevur verið ein serstakliga virkin nevndarlimur í 8 ár, varð vald til forkvinnu, nú nevndin skipaði seg. Næstforkvinna gjørdist Bergtóra Høgnadóttir.

 

Nevndarlimirnir Emy Sólvitsdóttir, Janet Johannesen og Rene Dahl Olesen halda fram.

 

Trý góð fólk afturat eru komin í nevndina – nevniliga Ann Mari B. Mouritsen, Símun Poulsen og Erland Jensen.

 

Hetta fegnast vit um og gleða okkum til komandi kappingarár.  

 

So samanumtikið verður nýggja nevndin gott, blandað bomm ;)  Nøkur garvaði, onkur royndur og nøkur púra nýggj í nevndarhøpi.

 

Tá vit søgdu góðanátt eftir fyrsta nevndarfundin í gjárskvøldið var kenslan: Hetta eru góð fólk, og hetta verður enn eitt spennandi og meiningsfult ár hjá okkum í H71.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com