mikudagur, 7. september 2016

Nú fara vit at byrja


Í komandi viku byrjar hondbólturin aftur.

Tann leygardagin verður fyrsti dysturin í fremstu mansdeildini, FTZ-deildini, tá KÍF fær StÍF á vitjan.

 

Og sunnudagin 18. september er dagurin, tá vit kunna fara í Hoyvíkshøllina til fyrsta dystin hjá okkara besta mansliði. Tá koma klaksvíkingar á vitjan.

 

 

Nakrir leikarar frá seinasta ári eru ikki við longur, nakrir ungir eru komnir á liðið í staðin. Og so er tað onkur, sum byrjaður aftur.

 

Tað verður áhugavert at síggja, hvussu nýggi venjarin og liðið í ár fara at roynast.

 

Kvinnurnar

Vit hava eitt kvinnulið við aftur í ár, og aftur hesa ferð skula tær kappast í 1. deild.

 

Seinasta kappingarár endaðu tær á einum flottum triðja pláss (soleiðis muga vit siga, tá vit hava eittaran og tveyaran í huga), og tað verður ikki minni spennandi at fylgja við kvinnuliðinum hjá okkum í ár.

 

Nær kvinnurnar (og øll hini liðini) byrja er í skrivandi løtu ikki komið út frá Hondbóltssambandinum enn.

 

 

Kappingaryvirlitið hjá HSF kanst tú síggja her á Úrslitatænastuni. Yvirlitið verður dagført komandi dagarnar.

 

Vit síggjast vónandi til dystir í teimum ymisku hallunum komandi mánaðirnar  😊



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com