leygardagur, 10. september 2016

Tilmeldingardagur hjá H71


Skrivað hevur: Ann-Mari B. Mouritsen

Tilmeldingardagurin verður hóskvøldið 15. september kl.19.00 í skúlanum við Løgmannabreyt.

Nú er freistin at melda seg til hondbóltskappingarárið 2016/2017 hjá H71 við at fara.

 

Og eins og fyrr, so endar tilmeldingin við einum tilmeldingardegi.

 

Øll foreldur at leikarum, sum spæla í H71, eru vælkomin á tilmeldingardagin. Nevndin fer at greiða frá virksemi felagsins, og komið verður eisini inn á luttøku í Partille Cup 2017.

 

Nýggi høvuðsvenjari felagsins, Sonni Larsen, luttekur og greiðir frá, hvat hann leggur dent á sum venjari, og hvørjar væntanir hann hevur til leikarar og foreldur.

 

Ungdómsvenjari okkara, Mark Lausen-Marcher, kemur eisini at greiða frá, hvat dentur verður lagdur á í venjingini í vetur, og hann greiðir eisini frá meginreglum í sambandi við liðuppbýti.


Eftir felags foreldrafundin verður stuttur fundur fyri hvønn árgang inni í skúlastovunum. Her fáa foreldrini høvi til, saman við venjarum, at skipa virksemi um einstaka árgangin í ár.

 

Á tilmeldingardegnum fæst ein tilmeldingarblusa, sum í ár er av merkinum Adidas.

 

Av tí, at framleiðslutíðin av blusunum er so drúgv, ber illa til at bíleggja fleiri so við og við, og tí kunnu vit bert siga, at øll tey, ið hava goldið limagjald áðrenn 15. september, kunnu vera vís í at fáa tilmeldingarblusuna.

 

Tilmeldingin fer fram her.

 

Les um tilmeldingina her.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com