mánadagur, 12. september 2016

Venjarafundur hjá H71


Skrivað hevur: Bergtóra Høgnadóttir

Herfyri var venjarafundur í H71.

 

 

Um børn og ung skulu hava hug at venja ítrott, so er umráðandi, at tey uppliva, at venjingarnar eru góðar, mennandi og geva meining. Vit sum foeldur kunnu gera ein hóp fyri at halda børnunum til og eggja teimum – men góðir venjarar hava alstóran týdning eisini.

 


Vit kenna okkum heppin og rík í H71 at hava so nógvar dugnaligar, nærlagdar og óførar venjarar! Flestu teirra eru venjarar, sum sjálvir íðka í felagnum – umframt at nógv dugnalig og ófør foreldur

eisini halda seg til. Vit síggja eisini, at talið á ungum gentum og kvinnum, sum eru venjarar í felagnum, økist, og tað er sanniliga eisini at fegnast um.

 


Herfyri høvdu vit ein venjarafund í felagnum. Felagið bjóðaði ein lítlan nátturðabita, og síðani hevði nýggi venjari okkara, Sonni Larsen, framløguna "Góði venjarin og góða venjingin". Hann tosaði um, hvat er umráðandi at hava í huga,  tá ein er venjari hjá teimum ymsu aldursbólkunum. Sonni hevði eisini lagt smærri uppgávur inn í framløguna – so nakað av prátið og kjakið var eisini.

Niðurstøðan varð, at hetta skal vera ein afturvendandi táttur, har venjarar hava sítt egna forum saman við pørtum av nevndini, har vit hittast javnan. Í stóran mun fáa venjarar sjálvir fáa ávirkan á, hvørji evni verða viðgjørd á fundunum. Longu hetta fyrsta kvøldið komu fleiri uppskot.

 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com