sunnudagur, 18. september 2016

Fyrsti dysturin og fyrsti sigurin


H71 – Team Klaksvík: 36-19 (17-8)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Ársins fyrsti FTZ-dystur varð leiktur í dag heima í Hoyvíkshøllini.

 

Okkurt um hálvtannað hundrað áskoðarar høvdu leitað sær í Hoyvíkshøllina í dag at hyggja eftir fyrsta landskappingardystinum í ár millum H71 og Team Klaksvík (TK) í FTZ-deildini, samstundis sum týðandi grannauppgerð var í Gundadali millum havnafeløgini B36 og HB.

 

Tey sóu ein linligan dyst, har ongantíð nakar spenningur var um úrslitið, tí heimaliðið skjótt fekk sær ein greiðan fyrimun, sum teir uttan hóvasták løgdu meira afturat, sum dysturin leið.

H71 vann greiðan sigur við úrslitinum 36-19, eftir at tað var 17-8 í hálvleikinum.

 

Hjá gestunum vóru fleiri broytingar í mun til í fjør. Har sóust fleiri kend hondbóltsandlit, har var Finnur Hansson, Birgir Poulsen, Hans Arne Thomsen og so "okkara" Hanus Norðberg.

Bogdan Florea, sum hevur leikt við TK tvey tey seinastu árini, var ikki at síggja. Liðið var sostatt ein blandingur av lokalum leikarum og leikarum úr øðrum føroyskum liðum.

 

Gongdin í dystinum var greið frá byrjan, H71 var betra lið, og tók at draga frá gestunum beinanveg. Hendan gongdin helt sær allan dystin, og spenningurin var ongin. Sjálvt um H71 var betra liðið, so var spælið soleiðis, sum ein kann væntað í byrjanini á árinum, nakað óskipað við hópin av tekniskum feilum og brendum møguleikum. Í løtum sást gott spæl og gott ágrýtni hjá fleiri. Jónas royndist ósvitaliga tryggur í brotskøstum og skoraði seks mál uppá seks brotskøst, ein eginleiki sum í longdini hevur ómetaliga stóran týdning. Jónast gjørdist eisini bestur málskjýtti, hann fekk 13 mál.

 

Hjá H71 var gott høvi at royna nýggjar leikarar. Elberg Klettheggj fekk sín fyrsta dyst á besta liðinum, hann spældi allan seinna hálvleik og kláraði seg væl. Leivur Mortensen fekk møguleikan á vinstra vongi, og Boas Heinesen, sum eisini spældi sín fyrsta dyst, fekk trý mál.

 

Longu nú í byrjanini hava vit skaðar at dragast við. Helgi Hoydal og Hilmar Leon vóru ikki við vegna skaða.

 

Longu mikukvøldið royna vit okkum aftur, tá spæla vit móti strandingum á Skála. Hetta verður kl 20.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com