sunnudagur, 23. oktober 2016

Tryggur sigur til H71


Kyndil- H71: 29-21 (10-10)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Okkara besta manslið vitjaði Kyndil í høllini á Hálsi í dag.

Undan dystinum í dag var ein heldur løgin støða, heili 5 lið lógu jøvn á fyrstaplássi. H71, VÍF, Kyndil, Neistin og KÍF høvdu øll 8 stig fyri seks dystir, og hetta man vera langt síðan, at ein líknandi støða hevur verið í hondbóltskappingini. Hetta ger eisini, at hesir dystir eru sokallaðir 4-stigs dystir, og tí var so sera týdningarmikið at vinna í dag. Dysturin koma at verða meinlíkur seinasta dysti, vána byrjan og fínur endi. Seinasta sunnudag vant H71 burturúr gestunum, og í dag var á sama hátt. Vertirnir taptu við 8 málum, tí dysturin endaði 29-21 til H71.

 

Líka sum seinast so vóru teir fyrstu 15 minuttirnar ikki serliga hugaligir fyri okkum viðhaldsfólk. Kyndlarnir vóru ógvuliga grammir, og tað sást, at teir høvdu sett sær nógv fyri. Teir vardu væl, og væl gekk í álopinum eisini, meðan strilti gekst hjá okkara monnum. Tá 15 min. vóru leiktir, var støðan hálv hættislig, 7-2 til Kyndil, og tað var onki, sum bendi á, at nøkur broyting var ávegis. Av onkrari ókendari orsøk fór at ganga betur, og áðrenn vit vóru komin til hálvleik, vóru okkara menn omaná og støðan 14-12 til H71.


Vit hava møguliga ikki funnið rætta stevið, tí ávísar broytingar eru gjørdar í mun til í fjør, og tað tekur tíð at venja seg við hetta. Ein av broytingunum er, at Hans Kári er farin at leika spælskipari, av og á avloystur av Helga, ið vanliga spælir strika. Fyrstu løtuna í dystinum gekk einki serligt at koma fram at Kyndlamálinum, og spælið hjá H71 var alt skipað um miðjuna. Vengurnir høvdu onki at gera og fóru so smátt at ótolnast og høvdu lindi til at leita sær inn móti miðjuni, sum tá gjørdist ein verjuklumpur, ið onki fekst ígjøgnum. So við og við loysnaði, og spælið bleiv breiðari, og tað fór at ganga betur.


Hjá Kyndli lá væl fyri hesa fyrstu løtuna, David Edvardsen var ein støðug hóttan, og hann sletti bólt eftir bólt inn við liðiliga handaliðinum. Tað var sera trupult hjá Ára í málinum at gera nakað við hesi skotini, men sum frá leið læs Ári David, og tá fór at gangast nógv betur. Satt at siga haldi eg, at tað var hetta, sum vendi dystinum. Tróndur Arge var eisini komin inn, og tað gjørdi eisini sítt til, at David misti skotið. 


Sum seinasta sunnudag móti VÍF, so haldi eg, at tað fór at ganga so illa hjá Kyndli, tí at teir fullu í fátt, teir trúðu ikki uppá tað. Hetta gjørdi so, at H71 fór at taka sær av løttum og spæla drálspæl teir seinastu 10-15 minuttirnar, nakað sum eg haldi slett ikki hóskar til H71.


Nevnast kann, at Jens á Skipagøtu megnaði at taka trý av trimum brotskøstum á rað til mikla frøi fyri áskoðararnar.


Úrslitið í dag hevur við sær, at H71 aftur liggur nr.1 í deildini, meðan VÍF liggur nr. 2 við líka nógvum stigum, eftir at teir vunnu á Neistanum í dag. Næsti dysturin verður móti TK í Klaksvík.

 

 

Dómaraseðil.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com