sunnudagur, 11. desember 2016

Týdningarmikil sigur í Vestmanna


VÍF-H71 27-29 ( 15-11)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Jan Sørensen

Fyrri hálvleikur var eitt slag av upphiting.

Tað var stórur spenningur undan dystinum í dag. Oddaliðini í FTZ-deildini skuldu bresta saman í Vestmanna, og avgerast skuldi, hvør kundi kalla seg oddalið í deildini. VÍF og H71 vóru ájøvn í stigum, men VÍF hevði betur málúrtøku og var tí ovast á listanum, sjálvt um H71 hevði spælt ein dyst minni enn VÍF. Vestmenningar hava verið í einum góðum stima í seinastuni, og tí vóru útlit til ein spennandi dyst.

 

Sum altíð í hesum dystum, so var ikki lagt so nógv fyri beinanveg, tað var eitt sindur aftur og fram. H71 frammanfyri og so VÍF frammanfyri. Endin varð tó, at H71 kom at liggja væl fyri til hálvleik, tí støðan gjørdist 15-11 til H71. Í veruleikanum er fyrri hálvleikur bara eitt slag av upphiting, tí tað er ikki fyrr enn í teimum seinastu 30 minuttunum, at dysturin verður avgjørdur. Hetta vita allir, og tí verður orkan eisini løgd til rættis eftir hesum.

 

Fýramálsleiðslan hjá H71 varð tó etin upp alt fyri eitt av einum væluppløgdum VÍF-liði beint eftir steðgin, teir skoraðu til 12, 13 og 14. So var tað túrurin hjá H71 til 16, 17 og 18. Tað var farið at ganga betur hjá, VÍF og heimaáskoðararnir fingu vónina aftur og lótu hoyra. Tá komið varð til miðjan seinna hálvleik, var javnt, 21-21. Tað sá eitt sindur krittiskt út, men so fótaðu vit okkum aftur og komu tvey og trý mál framum. Í teimum heilt seinastu minuttunum fór vestmenningarnir í eina framfarandi verju, og tað eydnaðist teimum so væl, at dysturin var um at koppa til teir. Ári í H71- málinum bjargaði einum "100 %" málmøguleika hjá VÍF og bjargaði okkum harvið dystinum. Hetta vendi gongdini aftur okkara veg, og vit vunnu dystin 29-27. 

Samanlagt ein góður og spennandi dystur millum oddaliðini í føroysku hondbóltskappingini.

 

Hilmar Leon mátti av vølli longu eftir fimm minuttum av fyrisitingarligum ósketni. Hann var ikki skrivaður á dómaraseðilin og kundi tí ikki spæla, eftir at dómaraborðið gjørdi vart við hetta. Hetta man helst hava verið avdúkað, tá hann skuldi skrivast upp fyri at hava skorðað mál. Hvat hendi við málinum, hann skoraði, er ikki vist.

 

Maður kemur í mans stað, og tað kunnu vit eisini staðfesta eftir dystin í dag, tí dagsins maður var avgjørt Niclas Højgaard, sum spældi ein branddyst. Pætur skoraði seks mál og Dánjal 7.

Hetta var sera hugaligt. Allir mans á vølli vóru "egen avl", uppvaksnir og hondbóltslærdir í H71. Hetta ber boð um, at felagið er á rættari leið. Tað er gott at síggja, at breiddin er stór og vit megna at seta við alla tíðina. H71 liggur nú aftur nr 1 í kappingini, hóast vit hava spælt ein dyst færri enn nr tvey. Tveir dystir eru eftir fyri jól, teir verða móti Team Klaksvík og móti StÍF. Hesir verða ávikavist mikudagin og leygardagin.

---

 

Dómaraseðil

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com