mikudagur, 14. desember 2016

Lættur dystur ímóti Team Klaksvík


H71-Team Klaksvík 35-16 ( 16-6)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Mynd: Álvur Haraldsen/IN.FO

H71-liðið var í stóran mun mannað við heilt ungum monnum.

H71 og Team Klaksvík leiktu í kvøld næstseinasta dystin fyri jól. Útlitini til spenning vóru ikki júst til staðar, tí stigatalsmunurin var ov stórur. Undan dystinum lá H71 ovast við 21 stigum, meðan klaksvíkingar bert hava megnað at fingið eitt stig í ár. Av tí sama vóru ikki so nógvir áskoðarar til dystin. Tó so, úrslitaspenningur var ongin, men tey, sum vóru til staðar, kundu uppliva eitt ungt H71-lið vísa góðar dygdir og síggja evnaríkar ungar leikarar, sum vit fara at njóta nógv meira av um ikki so langa tíð.


Ilt er at siga, hvør orsøkin er til so stóran mun, sum vit sóu í kvøld. Gestirnir spældu við eina lítla løtu, men so var ikki meira at geva. Teir steðgaðu fullkomiliga upp. Møguliga verður bara staðfest, at munurin er ov stórur, og so verður fallið í fátt, ella eisini er H71 verjan bara so nógv betur enn álopið hjá TK. At H71 verjan er góð síggja vit í hagtølunum, tað er onki annað lið, sum letur so fá mál fara inn, meðan Team-verjan er ikki av teimum bestu, og tí var lætt at skora nógv mál í kvøld.


H71-liðið var í stóran mun mannað við heilt ungum monnum, har vóru Leivur Mortensen (á vinstra vongi), Vilhelm  Poulsen (á høgra bakki), Andor Sivertsen (á høgra vongi) , Hilmar Leon Jakobsen (á vinstra bakki), Niclas Hanusson (ymisk pláss) og Rani Højgård (spælskipari), sum spældi sín fyrsta dyst á besta liðinum. Allir spældu ein fínan dyst. 


Tað er eisini áhugavert at síggja, at góð útlit eru til, at vit fara at fáa fleiri fínar skjúttar, menn sum kunnu skjóta útifrá. Hetta síggja vit serliga hjá Hilmar Leon, sum vísir heilt góðar dygdir á skotsíðuni, bæði við renning, lopi og sjálvum skotinum, men vit síggja tað eisini hjá Vilhelm, Andor og Niklasi. 


At úrslitið gjørdist so ógvusligt, sum tað gjørdi, er sjálvandi gott fyri sjálvsálitið og gott fyri liðið. Tað besta var tó, at ungu menninir sluppu at royna seg og prógvaðu, at har er nógv gott í væntu hjá H71.


Við hesum komu vit upp á 23 stig og liggja tí greitt á odda í kappingin. Næstir eru VÍF við 19 stigum. KÍF liggur nummar trý og síðan koma Kyndil, Neistin, StÍF og TK. Kyndil kundi komið upp á eitt triðjapláss um teir vunnu í kvøld, men eftir dystin kundi staðfestast, at Neistin vann 27-25, ið má metast sum ein dyggur smeitur fyri Kyndil í strembanini eftir at røkka einum av plássunum í finaluni. 


Seinasti dysturin fyri jól er leygardagin, og tá spæla StÍF og H71 á Skála. Hetta kann gerast ein trupul dystur, tí ofta er ringt hjá H71 at spæla móti strandingum heima. Tað ræður um at halda konsentratiónini og ikki undirmeta strandingar, sjálvt um stigatalsmunurin er stórur.


Haldið steaminum uppi á H71-maskinuni !!!

 

---

Myndir eru í myndasavninum til høgru her á síðuni og eisini á IN.FO.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com