sunnudagur, 18. desember 2016

Vunnu hóast ivasaman innsats


StÍF-H71 21-24 ( 11-11)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Jan Sørensen

Venjarin hjá StÍF orðaði tað soleiðis, at tað var ikki H71, sum vann dystin, men StÍF sum lorkaði sigurin burtur.

Tað hevur gingið sum eftir ánni seinastu dystirnar. Nú jólasteðgurin var í hond, skuldu vit spæla seinasta dystin á Skála, har vit vita, at tað kann gerast torført. Tí var orsøk til ikki at vera ov bjartskygdur. Eftir dystin kundu vit staðfesta, at dysturin gjørdist alt annað enn lættur.

 

Dysturin byrjaði javnt, og liðini fylgdust teir fyrst 12 minuttirnar. Hjá H71 skaraði Hilmar Leon framúr við tað, at hann bumbaði fýra teir fyrstu bóltarnar í netið. Eftir hetta kom H71 í okkurt slag av "dead lock", har steðgaði alt upp. StÍF streyk avstað og skoraði fimm mál, uttan at vit fingu nakað. Tað, sum hendi, var, at frálíka avrikið hjá Hilmari Leon fullkomiliga neutraliseraði restina av manningini, soleiðis at onki hendi. Tað var ongin, sum helt seg til at skjóta, og tí var neyðugt hjá Hilmari Leon at skjóta meiri enn gott var. Tað bleiv til tannleyst bóltflytarí uttan brodd, og øll høgra síða var deyð. Haldi ikki at bólturin rakk út á høgra vong eina einastu ferð teir fyrstu 20 minuttirnar.

 

Tá støðan var 9-5 til StÍF, tók venjarin seinna time-outið. Tað hoyrdist um alla høllina og varð borið út til alt Føroya fólk (Rás 2), tá Sonni millum annað segði " For helv... drenge, nu má I tage jer sammen". Góð orð og góð "timing" tí áðrenn tað var komið til hálvleiks, var javnleikur 11-11.

Uppsangurin rakk ikki heilt til allan dystin, tí heimaliðið hevði framhaldandi meira vilja at vinna, og tað lá væl fyri. Vit megnaðu at andøva ímóti men kláraðu ikki at slíta leyst. Ikki fyrr enn teir seinastu tíggju minuttirnar kláraði H71 at koma framum og halda seg frammanfyri.  Venjarin hjá StÍF orðaði tað soleiðis, at tað var ikki H71, sum vann dystin, men StÍF sum lorkaði sigurin burtur. Hann helt, at tað var serliga tí, at liðið hevði so nógvar ungar leikarar, sum gjørdu ov nógv mistøk móti endanum og ikki høvdu royndirnar. Lagt kundi verið afturat, at H71 hevur ein breiðari hóp og brúkar fleiri leikarar, sum so gevur úrslit í fleiri kreftum móti endanum. 

 

Verjan virkaði í dag ikki serliga hjáverandi, og illa gekk Ára at verja fyri. Jens á Skipagøtu stóð í málinum seinnu helvtina, og tað gekk so mikið væl, at hann var ein av orsøkunum til, at vit fingu tey tvey stigini. Hilmar Leon skoraði 10 mál og átti tí sín stóra lut í, at vit vunnu, men tað lá eisini væl fyri hjá Dánjali, sum skoraði seks mál. 

 

H71 hevur nú 25 stig fyri 15 dystir. Vit hava vunnið allar dystir uttan tveir, ein móti Neistanum og ein móti KÍF. Eisini mistu vit eitt stig móti StÍF ( ella rættari vit bjargaðu okkum einum stigi).  Tað eru sostatt 9 dystir eftir og 18 stig at spæla um. Eitt óføra gott úrslit higartil.

 

Nú verður ein steðgur í FTZ-deildini, tí steypakappingin fer at byrja. Næsti dysturin í FTZ-deildini verður ikki fyrr enn 26. februar. Tá spæla vit móti KÍF. 

 

Hervið verður ynskt øllum eini gleðilig jól og eitt gott hondbóltsnýggjár.

 

---

Úrslitini og støðuna í FTZ-deildini kanst tú síggja her.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com