sunnudagur, 8. januar 2017

Størsta bragd í føroyskum hondbólti


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Álvur Haraldsen / in.fo

Og vit í H71 kunna so sanniliga vera stolt, tí 6 av dreingjunum hava sínar røtur í felgnum.

Føroysku U21-dreingirnir framdu eitt satt hondbóltsbragd um vikuskifti. Í fýralanda kappingini millum Sveis, Ísrael, Finnland og Føroyar gjørdu teir ikki mætari enn at vinna allar dystirnar.

Sveis var mett sum sterkasta landið og favorittur at vinna. Venjarin Kári Nielsen helt undan dystunum, at um tað eydnaðist okkum at vinna á Sveis, so kundi alt henda. Rætt fekk hann. Vit tóku alt, vunnu allar tríggjar dystir, og tveir teir fyrstu enntá sannførandi. 

 

Úrslitið merkir, at nú skal føroyska U21-landsliðið sum fyrsta føroyska hondbóltslandsliðið nakrantíð spæla HM-endaspæl, ið verður í Algeria í juli.
 
Endaliga stigatalvan í HM-undankappingarbólki 7 hjá Føroyum gjørdist hendan:
 
1. Føroyar 6 stig
2. Sveis 4 stig
3. Finnland 2 stig
4. Ísrael 0 stig

 

Føroyar hava mest verið kendar fyri fótbóltin, og flestu føroyingar hava størri áhuga í fótbólti enn hondbólti. Spennandi verður at síggja, hvussu hetta avrikið hjá U21 dreingjunum kemur at ávirkað heimliga áhugan. At úrslitið hevur stóran týdning, ikki bert uttanfyri landoddarnar, men sanniliga eisini her heima, sóu vit á væl pakkaðu høllini og stóra áhuganum hjá teimum, ið hugdu heima í føroysku stovunum. PR-virðið fyri føroyskan hondbólt er ómetaliga stórt, og spennandi verður at síggja, hvussu hetta kemur at síggjast aftur í heimligu kappingini. Løgmaður hevur boðið dreingjunum og teimum, sum varða av, oman í Tinganes í morgin til eitt herðaklapp. 

 

Vit í H71 kunnu eisini verða stolt. Seks av dreingjunum hava sínar røtur í felagnum. Jónas, Helgi, Hilmar Leon og Pætur spæla allir á FTZ-liðnum hjá H71, meðan Brandur og Hørður eru uppvaksnir í H71, men spæla nú við týskum liði. Jónas og Helgi vóru millum teir, sum fingu mestu spælitíð og leiktu sum ávikavist spælstýrari og strika. Í dystinum í dag vóru okkara menn eyðsýndir. Helgi spældi helst ein av bestu dystunum nakrantíð og málmaðurin Hørður var ein avgerandi faktorur í, at vit vunnu seinasta dystin móti finnum. Brandur spældi mest í verjuni, meðan Hilmar Leon og Pætur komu inn nakað út í dystirnar. Pætur átti stóran leiklut í góða úrslitinum móti ísraelum, við sínum ógvuliga kvika kontraspæli, har hann rann sjálvt teir skjótastu skjótu ísraelsmennirnar av, og sínum hegnisligu álopum av høgra vongi.

 

Hetta viðkemur okkum øllum í H71, tí dygdirnar hjá okkara monnum, sum eiga sín stóra lut í góða avrikinum hjá U21-dreingjunum, stava so ella so frá tí hondbóltsuppaling, teir hava fingið, og har eru vit øll í H71 "partaeigarar". Hetta stimbrar og gevur okkum hug at halda fram við tí góða arbeiði, vit øll gera, hondbóltinum til frama.

 

H71 ynskir hjartaliga tillukku til U21 dreingirnar, venjarar og hjálparfólk.

 

 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com