mánadagur, 1. juli 2013

Dagur Null í Partille


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Í dag er mánadagur 1. juli. Dagurin áðrenn fyrsta kappingardag. Dagur null.

Tveyogfjøruti fólk afturat, og vit høvdu verið fýrahundrað hoyvíkingar í Svøríki til heimsins størstu hondbóltskapping (ja, tú las rætt... 400).

Vit tosa H71 og Partille, og við so nógvum ferðandi teljast vit millum teir størstu hóparnar í kappingini.

Onkur spurdi meg, hví yvirhøvur skriva, tá ið at kalla ongin hoyvíkingur er eftir í hesum hondbóltshysteriska høvuðsstaðarforstaði. Ja, tað er so ikki tí, at eg ikki havi annað at gera: gott túnaprát, mest hondbólt, sjálvandi, og ríviliga lýtt veður er tíðarkrevjandi virksemi sum er.
Og so, ikki at forgloyma, forbiið vell Americano hjá Cefik og hansara lekra kaffihúsi Mahogny, sum eg so dúgliga vitji longri niðri í býnum áðrenn eg nái at gera nakað annað tann dagin.

Men vit hava so etablerað eitt "kontrollrúm" á Johannebergskolan, Hjáverurúm at navni, tí vit faktiskt meina, at tað fyri tað er ein marknaður fyri eini dagligari dagføring av H71 í Partille, har vit taka samanum dagisns hendingar á hondbóltsfrontinum.

Pressuøkið er sirka 1, 2 fermetrar til støddar, so berið yvir við miðlapersonalinum, sum tó fær góða hjálp útifrá. Bæði bílagdir høvundar á staðnum og amatør-fotografar fara at linna tykkara gerandisdag hesa vikuna.

Vit tosa ekstremt hugagóð foreldur, sum til Dómadag vil vera beinagrindin í hesum framasøkna felag við einum, halda vit, líka ekstremt sosialum profili. Og uttan tey hevði einki H71 í Partille verið á h71.fo. Vit takka fyri hetta.

Vit hava 1. juli í dag, í morgin byrja vit at kappast, so í morgin er Dagur Eitt.


Síggjast!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com