týsdagur, 2. juli 2013

Áttandi hvør hoyvíkingur er í Svøríki!


Skrivað hevur: Høgni Hoydal

Víkingar gera stóra innrás í Svøríki í løtuni. Og talan er um hoyvíkingar.

Ítróttarfelagið H71 í Hoyvík er í hesum døgum í ferð við at seta eitt heilt serligt føroyskt met - og helst eisini altjóða met. Felagið tekur lut við øllum sínum hóndbóltsleikarum í ungdómsdeildunum í heimsins størstu hondbóltskapping, PartilleCup í Göteborg í Svøríki. Kappingin fer fram hesa vikuna frá 1. til 6. juli.

H71 hevur 18 lið við í kappingini - frá teimum yngstu 9 og 10 ára gomlu, til tey elstu 18 ára gomlu. Tilsamans eru einir 180 leikarar úr Hoyvík á svensku vallunum hesar dagarnar. Harumframt eru sjey leikarar úr H71 á U19-landsliðnum hjá monnum, sum eisini spælir í Göteborg hesa vikuna í stóru European Open-kappingini.

Men afturat tí eru so venjarar, leiðarar, foreldur, systkin og ommur og abbar í ferðalagnum hjá H71, ið tilsamans telur omanfyri 370 fólk.

Í Hoyvík búgva nakað omanfyri 3000 fólk, so uml.12-13% av fólkinum í Hoyvík eru í Svøríki. Áttandi hvør hoyvíkingur hevur sostatt valt at fara við H71 til hondbólt uttanlands.
Talan er uttan iva um føroyskt met, tá talan er um at taka lut í kapping uttanlands hjá einum ítróttarfelag. Og í mun til fólkatalið er helst eisini talan um met - og tað verður lagt til merkis og viðurkent hjá fyriskiparunum í PartilleCup.

Bara í innleiðandi umførunum skal H71 leika 100 dystir.

Í PartilleCup taka annars 1100 lið úr meira enn 40 londum lut. 22.000 leikarar spæla meira enn 93.000 dystir, teir seks dagarnar, kappingin er.

At gera slíka ferð hjá H71 hevur kravt eina øgiliga fyriskipan í Hoyvík. Ein Partille-bólkur hevur samskipað alt saman við nevnd og stuðulsfelag, og tey hava skipað fyri ørgrynnu av tiltøkum til tess at savna pening inn. Tað hevur eydnast at savna pening inn, soleiðis, at tað ikki verður ov kostnaðarmikið at tak lut.

H71 fer at siga frá, hvussu gongur hjá teimum mongu liðunum í kappingini. Her á heimasíðuni verða myndir og tíðindi at síggja. Og somuleiðis ber til at fylgja við á facebook við at leita eftir H71.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com