týsdagur, 2. juli 2013

U19-menninir í hondbólti skaptu sensasjón


Skrivað hevur: Høgni Hoydal

Mynd: Høgni Hoydal

U19-menninir í hondbólti vunnu á Slovakia!

Talan var um eitt satt ítróttarbragd í Göteborg í dag hjá føroyska U19- landsliðnum hjá monnum í hondbólti. Í stóru European Open-kappingini vunnu teir á oddaliðnum í bólkinum, Slovakia.

Úrslitið gjørdist 22-21 til Føroyar. Slovakar førdu annars við 5 málum, tá fyrri hálvleikur var meira enn hálvrunnin. Men so fóru føroyingarnir stútt og miðvíst at spæla framúr góðan hondbólt í bæði verju og álopi. Málverjin hjá Føroyum, Tóraldur Kollskerð, bjargaði ferð eftir skotunum hjá teimum risastóru slovakunum, og fjáltur kom á slovakiska liðið.

Tá ið fimm minuttir vóru eftir, førdu føroyingar 22-18. Tá fingu Føroyar mann útvístan, og slovakar komu upp á 22-21 í síðsta minutti. Slovakar sluppu í álop aftur í seinastu sekundunum, og endaðu við at fáa eitt fríkast, sum skuldi takast beinleiðis. Tað fór framvið málinum, og føroyingarnir kundu fegnast un eitt tað besta hondbóltsúrslitið í nýggjari tíð.

Á videobrotinum, sum ein spentur áskoðari hevur tikið, fæst ein hóming av seinastu sekundunum, og hvussu fegnir føroysku leikararnir eru um hendan sigurin.

Í høllini sótu umframt føroysku áskoðararnar eisini svenskir og leikarar frá hinum londunum í kappingini. Og tey róptu øll á Føroyar í tí spennandi endanum á dystinum. Og nógv prát var millum áskoðararnar og venjarar frá hinum londunum um, hvussu tað bar til hjá einum so lítlum landi, har leikararnir enntá eru væl yngri í meðal, at fáa slíkt úrslit.

Føroyar hava nú eins nógv stig og Slovakia og Sveis, sum eru á fyrsta plássi í bólkinum. Í morgin spæla Føroyar móti Danmark og móti Finnlandi.

Dómaraseðilin sæst á www.eurohandball.com/eopen/19/men/2013/match/1/027/Slovakia+-+Faroe+Islands

Myndin av landsliðnum og venjarum er tikin aftan á dystin í Liseberg-høllini.

Tað ber til at fylgja við U19-landsliðnum her á heimasíðuni hjá Partille Cup.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com