týsdagur, 2. juli 2013

Dagur eitt


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Samanumtøka av dystum 2. juli

Sum heimasíðan vitnar um, hava foreldrini verið sera íðin at skriva dystarfrásagnir.
Við hesum er ikki endiliga neyðugt at fara so nógv í smálutir við støkum úrslitum. Í dag hevur H71 verið í mongum dysti, og nógv góð úrslit spurdist burturúr.

Um vit nú bara byrja frá einum enda av, tí yngra, og sjálvandi við damunum, so spældi heilt væl av á hesum fyrsta kappignardegi.

Gentur 10 (G10) eru ovast í sínum bólki eftir tveir dystir, sum má sigast at vera gott. Men nú er at koyra á. Og spennandi verður at síggja, um tær klára at basa enn einum liði.
Tær eitt ár eldri, G11, vunnu ein av tveimum dystum. Tað sermerkta var, at tær taptu ímóti sama felagi, stórsligna Champions League-felagnum úr Svøríki, IK Savehof, sum eins og vit er eitt forstaðafelag. Tær taptu fyri IK Savehof 5, men vunnu á IK Savehof 3. Hasi tølini, ella a, b og c, sum vit kenna tað, er tí ikki neyðturviliga eftirfarandi, tá ið tað kemur til hvussu "gott" avvarðandi liðið er.

Gentur 13 vunnu á norskum liði. Tær spældu bert tann eina dystin, men í morgin eru tríggir á skránni. So í morgin verður ein trupul dagur fysiskt sæð. Men halga doy sum tað verður speeeeeenandi.

G14 vístu eisini, hvør dugur er í teimum við at vinna ein dyst. Hin taptu tær. Lið 2 í sama árgangi tapti sína eina dyst, men í morgin er enn ein dystur, og á degnum eru tær so sera raskar.

G16 vunnu á Kærra KIF. Hetta var totalt feitt og uppiborið. Tær lótu 16 mál inn, men hvat ger tað, tá ið hesar, okkara elstu damur, gjørdu átjan kassar. Super, made my day!

Og so dreingirnir. Lið 2 hjá Dreingir 10 (B10) fekk javnleik ímóti IK Savehof 2, sum er flott. Eg helt meg tó hóma ein farra av skuffilsi. Eg spurdi eftir, og tað var tí, at H71 ivaleyst átti at vunnið, hóast hinir vóru hálvtannað Frankenstein-høvd hægri.
Hin dystin taptu teir, so avsmurdir, tí Frankenstein-høvdið bleiv bara størri og størri.
Lið 1 so smildraði síni mótstøðulið. Í morgin spæla teir aftur tveir dystir. Vinna teir, so verður seriøst spennandi. Um ikki, tá framvegis:)

Dreingir 11 hava tvey lið; 1-liðið vann sín dyst ímóti Eltalbia úr Egyptalandi 9-7. Teir eru góðir, men einki kemur av sær sjálvum, so tað er at renna, renna og renna. Standa saman og annað positivt shit.

2-liðið tapti. Tó, vit vóru prima í verjupartinum í fyrsta hálvleiki, men í seinna byrjaðu vit av onkrari grund at renna aftaná hinum, HK Aranæs 1, sum er eitt gott svenskt lið. Hetta má broytast til í morgin, og konsentrera okkum allan dystin í verjupartinum, tí tað er har, dysturin verður vunnin.

Dreingir 13 eru fámentir. Ja, sperdir. Teir eru nú tríggir í tali, og ídag vunnu teir dyst mannað við gentum 13. Hetta var ímóti íslendskum strákum, og teir, tær!, so hølvaðu teir av 17-10. Siffrini kundu verið uppaftur meiri eyðmýkjandi, men tað at spæla ímóti einum hálvmannaðum diddiliði var skomm fyri seg.

Myndin fremst er av hesum samansetta liðnum.

Dreingir 14 spældu tveir óvanliga góðar og áhugaverdir dystir. Taptu tepurt, har H71 kanska átti at havt vunnið tann eina, ella báðar tveir. Í tí eina dystinum vóru teir á odda við 5-6 málum, men tað glapp. Men samanumtikið tveir ómetaliga gevandi dystir. So tað er at koyra á, tí í ringasta føri er talan um góðar royndir og fenomenala menning.

Dreingir 15 høvdu ógvusliga mótstøðu. Og teir taptu. Men vónandi verður mótstøðan ikki so øgilig í morgin.

Teir eitt ár eldri eru tvey lið. H71 1 vann sín dyst ímóti íslendingum, men taptu fyri einum góðum svenskum liði. Men liðið er gott, og er kanska nakað skert sum úrslit av European Open, har vit eiga nógvar leikarar á U19-landsliðnum.

H71 2 fekk bank ímóti norrmonnum. EG hati at tapa ímóti norrmonnum, so einki meiri um hetta. Tað er at koyra á í morgin. Mikudagur er góður hondbóltsdagur.

Dreingir 18 H71 1 vunnu ímóti eysturríkum, men taptu hinar báðar. Eisini teir eru sperdir av tí sama, men samanhaldið er somikið gott, og hugurin so stórur, dygd við, at vit hava heili tvey D 18-lið. Við hesum fara allir at fáa nógva spælitíð. Kvalitetur og kvantitetur í líka stórum lutfallli.

Hetta var so tann longsti brellbitin ever, so í morgin koma dystarfrásagnir, men Dagur Tvey-teksturin verður ikki líka drúgvur sum hesin.
Eg fari í song nú, góða nátt, tí klokkan er nú tvey, og kaffið er uppi. Yvir og út, Knút.

Framtíðin er kolasvørt! Koyr á maskinuna...

---
Til ber at fylgja okkara liðum á her Partille Cup heimasíðuni.
Og vit royna at víðka myndasavnið so hvørt, sum nýggjar myndir koma inn.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com