7. mars 2018

Vit skoraðu nógv mál á Skála


FTZ, StíF-H71: 30-34 (16-18)


Skrivað hevur: Sjúrður Hildarsson Hoydal

Seinasta sunnudag skuldi næsta stigið á leiðini í finalurnar takast á Skála móti StÍF.

Millum áskoðararnar sótu millum annað Pætur og Hilmar Leon, ið báðir dragast við skaðar, men teir sóu út til at vera hampuligt fyri. Vónandi síggja vit teir aftur á vøllinum skjótt.


Jens var ongastaðni at síggja orsakað av, at hann framvegis var burturstaddur, men Ári var vorðin frískur, eftir at hann lá sjúkur mikukvøldið. Hann og Jóhan vóru tískil málverjarnir hjá okkum í dag.


Jøvn byrjan, men vit draga frá

Dysturin byrjaði sum vera man javnt men við einari lítlari yvirvág hjá okkum.


Tað eydnaðist okkum skjótt at leggja okkum fram um 2-4, men strandingar fingu javnvág í aftur eftir sjey minuttum, tá ið teir javnaðu til 4-4.


Liðini fylgdust næstu løtuna, til støðan var 8-8, men so tóku vit eitt hál upp á 8-11, tá ið fimtan minuttir vóru leiktir. Hetta gjørdi, at strandingar tóku sítt fyrsta time-out.


Vit høvdu spælt heilt hampiligt álopsspæl fyrsta korterið, og serliga vóru Rúni og Sigmundur Nolsø eyðsýndir í álopinum og fingu fleiri mál í samstarvi.


Strandingar vóru í undirtali, tá time-outið var tikið, og Ári revsaði hesum við at fanga bóltin og senda hann í eitt tómt mál til 8-12.


Stutt eftir fingu vit eina útvísing, og tað eydnaðist strandingum at minka um munin til 10-12, og vit tóku so time-out eftir átjan minuttum.


Javnari aftur

Eftir hetta time-outið økti Peter til 10-13, og liðini fóru aftur at skiftast at skora.


Munurin var framvegis trý mál, tá fimm minuttir vóru eftir av hálvuni, men so eydnaðist tað strandingum at skora tvær ferðir, so at støðan gjørdist 15-16, tá góðir tveir minuttir vóru eftir.


Men í einari málríkari hálvu vóru vit ikki lidnir at skjóta mál, og Hallur skjeyt fyrst eitt skot í netið, áðrenn Ári enn eina ferð bjargaði og sendi bóltin í tómt mál. Hálvan var tó ikki liðug, og strandingar megnaðu at skora enn einaferð, so at hálvleiksstøðan var 16-18.


Ein óvanliga málrík hálva var av. Okkum á áskoðaraplássunum hevur longst eftir at skora so nógv mál, men at fáa sekstan mál í móti í bert einari hálvu, tað vóru vit hvørki von ella trygg við. Ein løgin hálva, má sigast.


Strandingar hvøkka okkum í seinnu hálvu

Strandingar byrjaðu seinnu leikhálvu so nógv betri enn vit. Tá fjøruti sekund vóru farin, var støðan javnleikur 18-18, og vit høvdu fingið ein neva á kjaftin. Vit lótu okkum tó ikki sláast út, tí Sigmundur Nolsø og Rúni fingu svarað aftur til 18-20. 
Men so svaraðu strandingar aftur, og støðan gjørdist 20-20 eftir fýra minuttum. Hetta fór helst at vera ein eins málrík hálva og tann fyrra.


Strandingar fingu eisini møguleikan at leggja seg á odda, tá ið teir fingu eitt brotskast, men Jóhan kom inn og bjargaði, so at Sigmundur Nolsø í staðin kundi leggja okkum á odda 20-21.


Rúni stýrir dystinum

Strandingar valdu at mansverja Peter hesa løtuna, men hetta var guff fyri Rúna, ið veruliga vísti seg fram næstu løtuna.


Sigmundur økti aftur til 20-22 eftir gott upplegg frá Rúna. Stutt eftir varð ein maður hjá okkum vístur út í tveir minuttir, men hesari støðuni komu vit væl burturúr.


Fyrst skoraði Rúni til 20-23, og stutt eftir legði hann aftur eitt gott innspæl til Sigmund, ið skoraði til 20-24.


Strandingar svaraðu aftur, men í næsta álopinum spældi Rúni Leiv frían so at vit hildu fjarstøðuna við støðuni 21-25, tá ið níggju minuttir vóru leiktir, og strandingar valdu at taka time-out.


Teir skoraðu stutt eftir, og nú fóru teir at verja høgt móti okkum. Vit komu til ein møguleika men vórðu steðgaðir, so at brotskast var dømt. Hetta setti Rúni sjálvandi í netið.


Strandingar svaraðu aftur, men stutt eftir var hepnið við okkum, tá Sigmundur Nolsø fangaði ein leysan bólt í álopinum og skoraði.


Strandingar royndu at hanga í, og tað eydnaðist teimum eisini at minka um munin til 24-27, samstundis sum ein leikari hjá okkum varð vístur út í tveir minuttir.


Men hetta darvaði ikki Rúna, ið gjørdist púra fríur í mótálopinum og skoraði til 24-28.


Tá eitt korter var farið, tóku vit time-out, eftir at vit vóru slopnir við skrekkinum í einari støðu, har Jóhan náddi inn og fangaði eina roynd móti tóma málinum hjá okkum.


Loyva teimum inn aftur í dystin

Vit royndu at spæla sjey móti seks í álopinum eftir time-outið, men hetta eydnaðist einki serligt. Í staðin skoraðu strandingar tvær ferðir til støðuna 26-28, áðrenn Leivur aftur fekk økt um munin til 26-29.


Strandingar sóu ein møguleika í næsta álopinum, tá ið vit fingu tveir minuttir og gjørdu brotskast. Men enn einaferð kom Jóhan inn og bjargaði. Vit høvdu nú tíggju minuttir eftir at leika.


Strandingar góvust tó ikki so, og teir vunnu bóltin frá okkum tvær ferðir á rað, so at teir kundu skora í tómt mál – tvær ferðir. 28-29 og nýggju minuttir eftir at leika.


Vit svara aftur

Okkum tørvaði eitt aftursvar, og tað kom so sanniliga. Peter skoraði eitt langskot til 28-30, Andor varð sendur í skjótálop stutt eftir, og Mark skeyt eitt av sínum standandi skotum, so at støðan bráddliga var 28-32, og sjey minuttir vóru eftir.


Vit avgera

Tað kendist sum avgerðin nærkaðist av álvara, men enn einaferð fingu vit eitt brotskast og eina útvísing ímóti okkum.

 

Og enn eina ferð eydnaðist tað ikki strandingum at fáa bóltin fram við Johan.


Og enn eina ferð mistu vit ein bólt, men hesuferð vórðu vit ikki revsaðir, og tað gjørdi tað sama, um vit brendu í næsta álopinum, tí at Leivur fangaði bóltin, og í hesum álopinum spældu dagsins leikarar, Rúni og Sigmundur Nolsø, aftur saman, so at Sigmundur skoraði eitt sera avgerandi mál til 28-33, við einum fýra minuttum eftir á urinum.


Strandingar gjørdu eina seinastu roynd við at verja heilt frammi á miðuni, og hetta gav eitt sindur ófantaligt spæl báðar vegir, har einki mál kom næstu løtuna.


Tá ið ein minuttur var eftir, setti Sigmundur Nolsø punktum fyri ein flottan dyst við at vinna eitt brotskast, og Rúni setti sítt punktum, tá ið hann setti tað í netið.


Endaliga úrslitið gjørdist sostatt 30-34, eftir at strandingar skoraðu í seinastu løtu.


Nógv mál

Ein heldur øðrvísi dystur enn tað vit hava verið von við í ár. Einamest orsakað av øllum málunum, ið vit skoraðu, og harnæst orsaka av heldur nógvu málunum, ið vit fingu móti okkum. Tað er torført at gera nakrar niðurstøður út frá hesum dystinum, men spennandi verður at fylgja við í komandi dystunum, um tað er av tilvild, ella um nakað er broytt í spæliætlanini, ið ger, at dysturin gerst so málríkur. Strandingar skoraðu nógv langskot og skjótálop, og eg hugsi, at orsøkin til mongu málini hjá teimum er so einføld sum, at teir dugdu tað sera væl í dag.


Tað dugdu vit eisini. Vit skoraðu skjótálop, langskot, vongmál, gjøgnumbrot og innspøl á strikuna. Yvirhøvur eitt flott fjølbroytt avrik í álopinum hjá okkum, har Rúni og Sigmundur spældu seg fult út. Raka teir hatta støðið, nú kappingin nærkast einari avgerð, so sær heilt gott út hjá okkum.


Vit síggjast í Vestmanna

Tað fáa vit millum annað at síggja í sera avgerandi dystinum mikukvøldið kl 20:00 í Vestmanna, tá ið vit hitta VÍF á útivølli. Ein sigur í Vestmanna hevði verið eitt sera týðandi fet á ferðini hjá okkum at koma í FM-finalurnar, og tað verður tørvur á øllum stuðli, ið til ber.

 

 

Dómaraseðil

 

---

 

Kvinnurnar hjá okkum spældu eisini á Skála sunnudagin móti StÍF. Úrslitið bleiv 22-27 aftan á hálvleiksstøðuna 11-12. Altso enn ein sigur til okkara kvinnur!

Dómaraseðilin frá HVONN-dystinum er her.

 

 

Vit hava tíanverri ongar myndir frá hvørgum dystinum.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Janet Fríða Johannesen   212211 jj@atlanticon.fo
  Erland Jensen   243534 erj@ft.fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
         
           
  Ábyrgd av faldara      
  Erland Jensen   243534 erj@ft.fo
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo