15. november 2018

Fleiri orsøkir til at eg eri komin so væl fyri meg aftur


Skrivað hevur: André Olsen / Sosialurin

Sum 18 ára gamal ávegis at vinna sær fast pláss á besta H71 liðnum fyri fyrstu ferð sleit Jónas Gunnarsson Djurhuus fyri fýra árum síðani krossbandið. Men ungi hoyvíkingurin er komin seg væl eftir skaðan. Jónas Gunnarsson Djurhuus sigur, at fleiri orsøkir eru til, at hann er komin seg so væl aftan á álvarsama knæskaðan.

Seinasta summar var spælstýrarin á U21 landsliðnum í hondbólti, Jónas Gunnarsson Djurhuus, millum mest eyðsýndu føroysku leikararnar, sum fyri fyrstu ferð í føroyskum hondbóltssamanhangi luttóku til eitt HM-endaspæl. Tað var,  tá HM-endaspælið fyri U21 landslið var í Algeria.

 

Men vegurin hjá Jónasi Gunnarsson Djurhuus til HM-endaspælið í Algeria var ikki bert ein dansur á rósum við viðgongd á hondbóltsvøllinum. Stutt undan kappingarbyrjan í 2014 – trý ár undan HM-endaspælinum - sleit Jónas Gunnarsson Djurhuus nevniliga krossbandið, soleiðis at hann sum 18 ára gamal sat eitt heilt ár uttanfyri við álvarsam knæskaðanum. At gerast so álvarsliga skaddur so ungur, tað var hart fyri Jónas Gunnarsson Djurhuus. Men við miðvísum arbeiði er evnaríki hoyvíkingurin komin væl fyri seg eftir álvarsama knæskaðan. Jónas G. Djurhuus, sum nú er 21 ára gamal, spælir nú í donskum hondbólti. Tað ger hann fyri felagið HØJ, ið spælir í næstbestu donsku deildini, og sum heldur til í Ølstykke.


Sleit krossbandið seinasta venjingardystin undan kappingarbyrjan

Jónas Gunnarsson Djurhuus minnist aftur á, at tað vóru tung boð at fáa, tá hann fekk at vita at krossbandið varð slitnað. Tó minnist hann eisini aftur á, at hann búnaðist nógv meðan skaðin stóð á.

 

- Eg minnist aftur á skaðan, at eg fekk ein stóran skelk. Tað var seinasti venjingardystur undan kappingarbyrjan í 2014, og tá tað var staðfest, at krossbandið varð slitnað, so visti eg beinavegin, at eg ikki kundi spæla hondbólt í eitt heilt kappingarár. Sum 18 ára gamal og ávegis at vinna mær fast pláss á besta liðnum hjá H71 vóru tað ógvuliga tung boð at fáa.

 

- Serliga var tað hart brádliga ikki at kunna gera nakað, ið fyllir so nógv í gerandisdegnum. Tá tú gert ítrótt á hægsta stigið, so eru flest allir, sum tú spælir saman við, tínir vinir. At brádliga ikki kunna vera partur av tí, eins og eg hevði verið, var serliga hart. Liðfelagar og venjarar vóru tó sera áhaldandi við at fáa meg við til sosial tiltøk, og venjararnir kravdu, at eg skuldi sita og súkkla til hvørja venjing, sum liðið hevði. Á tann hátt góvu teir mær lættari trúnna uppá, at eg kundi koma fyri meg aftur. Eisini búnaðist eg nógv, meðan eg hevði skaðan. Gjøgnum tann harða vegin lærir tú, at lívið kann vera annað enn hondbóltur, og at tú mást hava onnur áhugamál eisini. Og so var daman hjá mær sera stuðlandi og gjørdi, at eg hevði lættari við at koma ígjøgnum árið, har eg sat uttanfyri, greiðir Jónas Gunnarsson Djurhuus frá.


Slapp skjótt framat til viðgerð

Í Føroyum eru tað fleiri, ið hava havt knæskaðar, ið hava havt á orði, at viðgerðin og tíðarskeiðið, sum tað tekur til at sleppa framat til at fáa framt tað, ið skal til fyri knæskaðar, ofta gongur ov seint fyri ítróttarfólk. Serliga er bíðitíðin long til MR-skannara og til skurðviðgerðir. Men hjá Jónasi Gunnarsson Djurhuus gekk skjótt fyri seg í báðum førum, og hoyvíkingurin hevur bara gott at bera føroyska sjúkrahúsverkinum.


- Tað var beinavegin illgruni um, at skaðin var álvarsamur, tá eg fekk hann. Fyri at síggja nágreiniliga hvat var galið, var neyðugt við eini MR-skanning, og eg var so mikið heppin, at eg slapp framat longu 6 dagar aftaná, at skaðin hendi, av tí at eitt avboð var komið. Tá fekk eg boðini, at krossbandið var slitnað. Sjálv skurðviðgerðin fór fram á ítróttarmedisinkari klinikk á Bispebjerg hospital. Tí havi eg bara gott at bera føroyska sjúkrahúsverkinum. Tey bóru seg skjótt at og skiltu, hvussu stóran týdning tað hevði fyri meg, at eg kundi sleppa at spæla hondbólt aftur á hægsta stigi, sigur Jónas Gunnarsson Djurhuus.


Fleiri orsøkir til at vera komin so væl fyri seg

Jónas Gunnarsson Djurhuus heldur, at fleiri orsøkir eru til, at hann í dag er komin seg so væl eftir drúgva skaðan, sum hann fekk beint áðrenn kappingarbyrjan í 2014. Alt frá hvussu álvarsamur skaðin var, hvussu uppvenjingin var, og hvussu hann dugdi at takkla tíðarskeiðið, meðan hann sat uttanfyri.


- At eg eri komin meg so væl eftir skaðan er ein blanding av góðari skurðviðgerð og góðari og seriøsari uppvenjing. Eg sleit ”bert” fremra krossbandið, soleiðis at meniskarnir og liðbondini vóru intakt. Tað ger fyritreytirnar at koma seg betri enn annars. Og so gekk eg til góða og seriøsa uppvenjing hjá fysioterapeutinum, Brian Fossabrúgv, á hansara knæ-liði.  Eisini hevur tað hjálpt, at eg helt nóg langan steðg og var tolin. Tað er freistandi at byrja ov tíðliga aftur aftan á slíkar skaðar. Eg minnist at eg tók ein stóran Nema-kalendara og útfylti hann. Skrivaði skaðadag, skurðviðgerð, allar venjingar og markeraði, nær eg kundi byrja at renna aftur, og nær eg kundi byrja at spæla aftur. Tað hjálpti mær, tí tað gjørdi tað eitt sindur lættari at yvirskoða og gjørdi, at eg kundi síggja ljósið fyri framman, sigur Jónas Gunnarsson Djurhuus.


Kunnu venja meira fyribyrgjandi venjingar

Í Føroyum er seinastu árini størri og størri dentur lagdur á, at hava skaðafyribyrgjandi venjingar. Tað merkir Jónas Gunnarsson Djurhuus eisini, men kortini heldur hann, at fyribyrgjandi venjingar kundu verið raðfestar eitt sindur meira, enn tær eru nú.


- Tey seinastu árini er størri dentur lagdur á fyribyrgjandi venjingar. Men eg haldi, at trupulleikin skal takast í størri álvara. Fyribyrgjandi venjingar skuldu verið ein fastur partur av dagligu venjingini. Eisini er umráðandi ikki at ovbyrja leikararnar. Hjá mær hendi skaðin í 2014 helst orsakað av, at eg var ov troyttur og hevði spælt ov leingi, sigur Jónas Gunnarsson Djurhuus. 

---

André Olsen hevur skrivað eina greinarøð um knæðskaðar. Røðin varð prentað í Sosialinum í summar.

H71 hevur fingið loyvi frá Sosialinum og André at endurgeva greinarøðina her á heimasíðuni. Vit takka fyri.

Onkrar tilvísingar eru kanska ikki heilt ajour - tað er orsakað av tíðarmuninum, tá greinin er skrivað og nú.

Tað koma tvær greinar aftur at her á heimaíðuna komandi dagarnar.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Janet Fríða Johannesen   212211 jj@atlanticon.fo
  Erland Jensen   243534 erj@ft.fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
         
           
  Ábyrgd av faldara      
  Erland Jensen   243534 erj@ft.fo
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo