leygardagur, 19. apríl 2014

Tillukku, tillukku!


Skrivað hevur: anfinnur

Myndir: Jens Kristian Vang/portal.fo og Álvur Haraldsen/in.fo

Í dag bleiv tað so, at vinnararnir í bestu kvinnu- og mansdeildunum blivu funnir.

Í Elektron-deildini hjá kvinnum vann Kyndil báðar finaludystirnar móti VÍF, tann fyrra við 19-16 og tann seinna við 14-12.

Dystirnir hetta leikárið millum tær gulu og tær grønu hava ikki veri ovurhonds málríkir, men hesa ferð bar av: í hálvleikinum var støðan 5-4 til kyndlakvinnurnar - ja, einans 9 mál vórðu komu í fyrra hálvleiki! Og altso íalt 26 mál. Men hvat, tá tað er nóg gott at finna FM-heitið, so mann restin vera óviðkomandi.

Í Atlantic Airways-deildini hjá monnum var spenningur til tað allar, allar-síðsta. Bókstaviliga! Fyrri dysturin millum VÍF og KÍF endaði við javnleiki 26-26, tann seinni við 27-26 til kollfirðingar. Men tað var ikki fyrr enn í seinasta sekundi (ella rættari: aftan á seinasta sekund), at KÍF við einum brotskasti fekk sigursmálið at tryggja FM-heitið. Hjá kollfirðingunum var sigurin nokk tað søtari, at tað var ungi vestmenningurin Magnus Müller, sum tryggjaði KÍF vinnandi málið og harvið sigurin.

Forrestin, so spurdi Kringvarpið Magnus aftan á dystin, hvussu tað kendist at skora og vinna á sínum egnu bygdamonnum. Magnus svaraði nakað sum, at hann fekk ikki nóg nógva spælitíð, tá hann spældi við VÍF, men tað fekk hann í KÍF, so hesum hevði hann onki ímóti.

Hvat um er og ikki, so vilja vit í H71 ynskja Kyndli og KÍF hjartaliga tillukku við føroyameistaraheitunum  :)

Gott summar, øll somul.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com