leygardagur, 5. juli 2014

Føroyingar í Svøríki


Skrivað hevur: Agga Niclasen

- damuunglingar kannaðu sær virðismiklar royndir, meðan tær bláu úr havnafelagnum kláraðu seg so sera væl.

Í hesum døgum hevur føroyska u18-kvinnulandsliðið í hondbólti spælt altjóða kapping í Gøteborg. Heitið á kappingini er European Open, eitt slag av EM hóast stytt EO.

Tað er í hesum sama býi, at heimsins størsta hondbóltskapping er. Eisini í hesum døgum. Hon eitur Partille Cup. Og har tað var H71, sum dystaðist við einum methøgum ferðaliði og dagligum rapportum til h71.fo í fjør, er tað í ár Neistansa túrur. Altso, annaðhvørt ár.

Har hevur so hondbóltsfelagið Neistin roynt seg, enntá við hissini superúrsliti. Men meiri um Partille-partin og Neistan seinni.

Føroysku u18-damurnar endaðu á einum 16. plássi av íalt 18 luttakandi liðum. Vit sigraðu á Finnlandi og fingu javnleik ímóti Íslandi. Tað í sjálvum sær sær ikki so býtt út, har eitt sekstanda kanska ikki so gott. Hinvegin, okkara kappingarneytar vóru ikki hvør Hanus og Janus (ella skula vit siga Hansina og Jensina). Vit tosa Russland, Danmark, Rumenia, Norra, Frakland, Svøríki og, ja, listin av supertjóðum heldur bara á.
Finalan var millum Russland og Danmark í gjárkvøldið. Og úrslitið her gjørdist, at Russland vann 26-22 á Danmark.

Tær skarpastu damurnar á føroyska u18-liðnum vóru, tala vit mál, Marianna H. Jacobsen, Súsanna P. Nolsøe, Marianna G. Eystberg, Brynja Høj, Tóra Eliasen og Gudrun R. Olsen.
Okkara egna Guðrið á Borg spældi eisini, og ímóti Finnlandi skoraði hon. Eisini Annika, sum júst er flutt úr g14-aldursbólkinum, er við. Hon er málmaður.

Venjarar eru Flemming Oliver Jensen, meðan Bárður Johannesen assisterar.

Og so til Partille og Neistadamurnar...

Í gjárkvøldið spældu g14 hjá Neistanum ímóti Hånes IF 1, sum vunnu 15 - 12 á Nesodden HK 1. Dysturin varð leiktur á Heden 24 kl. 19 lokala tíð. Heden er, forrestin, ein av trimum vallarøkjum í kappingini, men Heden er nummar eitt, og eisini sentrum fyri flest ørðum aktivitetum í samband við hesa stórslignu kapping.

Óansæð, úrslitið? Ja, tær vunnu.

Tað merkir, at Neistin kom í hálvfinalu hjá Girls 14. Og tann dysturin varð leiktur í morgun kl. 9.40 á Heden 9. Mótstøðuliðið var norska Charlottenlund SK 1, sum vann sína fjórðingsfinalu á RP IF 1 11-5. Hendan dystin tapti Neisin 7-9.

Í fjør vann svenska Torslanda HK. Tvs tá vóru tær í bólkinum Girls 13, tvs føddar ár 2000. Hesar eru óhugnaliga suverenar, sigst. Men hey, stong inn, stong út!

Og finaludysturin hjá Girls 14 bleiv millum júst Torslanda HK og Charlottenlund SK 1. Dystin vann Torslanda HK við 14-7 aftan á 5-4 í hálvleikinum.

Sum eitt kuriosum kann eg nevna, at Neistadamurnar ikki eru heilt aleina. Hallursa Maria er við ferðalagnum, og ivaleyst hevur hon verið ein munagóður styrkur hjá hesum aðramáta vælleikandi og tuskandi Neistaliði, sum eg kenni so væl frá heimligu kappingini.
Har, tó, í sínum árgangi, skifta tær millum eitt annað- og triðjapláss--fyri sín árgang, aftanfyri Kyndil og H71. So flott er.

Alt í alt eitt frágera gott avrik:) Tillukku Neista-gentur!!!!!!!!!!!

H71



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com