mikudagur, 27. august 2014

Venjarakabalin gongur upp


Skrivað hevur: Agga Niclasen

- gott og væl 30 venjarir í H71.

Nú er venjarakabalin hjá H71 fyri kappingarárið 2014-15 klár. At H71 er endað í Tungvektaralandi, ja, tað er eins eyðvitað og at hálsketur eru til hálsin, og Afrika er sunnanfyri Føroyar.

Av hesum er tað ikki bara-bara at skaffa ein skikkaðan venjara her til felagið, serliga tá limir og felagið sjálvt krevur alt meiri av sær sjálvum sum oddviti í føroyskum hondbólti. Stødd forpliktar!

Fyri nøkrum árum síðani byrjaðu vit við hesum, at blanda AA-leikarar og onnur við, ung sum eldri við hondbóltsnámi, at hjálpa til í venjingini.
Og hugskotið, at assistera høvuðsvenjaran til hvørja venjing við einum ella tveimum hjálparvenjarum, hevur sítt fremsta upphav í tí, at vit hava eitt inniligt ynski um, at hvør leikari nertir so ofta við bóltin, sum til ber: lofta, kasta, renna, lofta aftur, finta og skjóta, og so umaftur og umaftur og umaftur--og hetta við meining, og ikki sum skinfluga í ASSU-fløsku.

Vissuliga, hugskotið hevur eydnast so mikið væl, at vit sjálvandi halda á við tí, og við øktari kraft. Tí hetta herlið á meiri enn 30 venjarir í H71.

Høvuðsvenjarir felagsins eru, triðja árið á rað, Petur Mittún og Halgir Dahl Olesen. Málmansvenjari er Jens á Skipagøtu. Og í ungdómspartinum kemur Ári Dam at venja málmennirnar, væl stuðlaður av Jens.
Snorri Patursson er knýttur at AA-hópinum sum kropsligur venjari.

Mark Marcher er nýsettur høvuðsungdómsvenjari. Umframt at samstarva við Petur og Halgir, og ráðføra seg við Flemming Oliver Jensen, verður hann fastur fúsur á sjálvum venjingargólvinum, har slíkur ger mun. Mark kemur úr Sports Academy Viborg, har hann hevur arbeitt sum úrvalsvenjari í nøkur ár.
Mark Marcher kemur sjálvur at hava ábyrgd av nøkrum aldursbólkum, men kemur annars at koma runt felagið, so øll so javnbýtt sum til ber eisini fáa nyttu av honum og hansara førleikum. Eisini hann verður stuðlaður av øðrum kompetentum fólki til venjing og dyst.
(Ein greinastubbi kemur um Mark um ikki so longi á heimasíðuna, kanska eisini í faldaranum ultimo september.)


Oliver er enn hondbóltsmennari, men hansara leiklutur er nakað broyttur frá í fjør, tá hann bæði vandi hvønn dag og til tíðir eisini skifti út til dystir. Sera læru- og hendingaríkt, má sigast.
Tað var eitt nú frá honum, at nakrir aldursbólkar, av tí teir eru so væl fyri kropsliga, burdu vant meiri enn handa staka tíman hvørja ferð 3-4 ferðir vikuliga; tá tað er væl meiri úrslitaríkt at venja longri, og so kanska heldur strika hasa síðstu venjingina.

Frá at hava verið bróðurpartin av tíðini hjá okkum í H71, og nakað hjá HSF, eru rollurnar nú koppaðar á høvdið. Nógv hjá Hondbóltssambandinum og arbeiðnum at menna føroyskan hondbólt við landsliðsarbeiði í hyggju, og minni í H71.

Vit eru tó sannførd um, at hetta er ein góð loysn fyri báðar partar, tí uttan eitt sterkt og miðvíst HSF kann tað gera tað sama, hvussu og í hvønn mun H71 ger seg út sum undangongufelag.
Tá blívur tað so øgiliga nógv truplari at fullføra tað, føroyskur hondbóltur eisini eigur at handla um: nevniliga landslið, og ikki bert felagsskap við sosialum profili, rivalisering, steypafinalur og landskapping. So klárar HSFsa landsliðsarbeiði at halda uppá og draga atletar til sín, ja, tá vil hetta í den mun vera ein fyrimunur fyri H71.

Eitt fullfíggjað venjarayvirlit verður seinni at síggja undir "Felagið" og "Venjarar", men niðanfyri er so ein fábroyttari útgáva:

Atlantic Airways-deildin: Petur Mittún og Halgir Dahl Olesen
Dreingir 18 : Mark Marcher, høvuðsvenjari; Gunnar Djurhuus, Hallur Biskopstø og Rúni V. Højgaard, hjálparvenjarir
Dreingir 16 : Mark Marcher, høvuðsvenjari; Gunnar Djurhuus, Hallur Biskopstø og Rúni V. Højgaard, hjálparvenjarir
Dreingir 14 : Bogi Gaard Davidsen, høvuðsvenjari; Jónas G. Djurhuus, hjálparvenjari
Dreingir 12 : Mark Marcher, høvuðsvenjari; Karl Oddmar Rasmussen, Gilli Wardum, Petur Mittún, Andor Sivertsen og Hans Kári Hansen, hjálparvenjarir
Dreingir 10 : Mark Marcher, høvuðsvenjari; Djóni Gaard Joensen, Pætur Thomsen og Poul Símun Niclassen, hjálparvenjarir
Gentur 17 : Petur Martin Johansen, høvuðsvenjari; Tróndur Arge, hjálparvenjari
Gentur 14 : Jakob Jónsson, høvuðsvenjari; Helgi H. Hoydal og Hallur Danielsen, hjálparvenjarir
Gentur 12 : Hendrik Egholm, høvuðsvenjari; Guðrið á Borg, hjálparvenjari
Gentur 10 : Mark Marcher, høvuðsvenjari; Hallur Danielsen og Sámal Paulason, hjálparvenjarir
U8 : Mark Marcher, høvuðsvenjari; Jóhann Lamhauge og Fróði Niclassen, hjálparvenjarir
U6 : Bjørg Djurhuus, høvuðsvenjari



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com