sunnudagur, 12. oktober 2014

Fyrsta H71-steypið í ár


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Mynd: Erland Jensen

Um vikuskiftið spældu teir yngru árgangirnir sonevnda Heystkapping. Dreingir 10 spældu í Høllini á Skála.

Tað gekk væl, sum eisini sæst á myndini, tí umframt gull og glitur, ja, tá fingu óvitarnir úr Hoyvík eisini dyst tilstrikuna.

Hetta er bara gott, bæði fyri kappingina, sum skjótt fer av bakkastokki, men eisini føroyskan hondbólt: altso, góða gedigna rivalisering millum feløg, ið alsamt ynskja at betra seg.

H71 d10 vunnu finaluna á Skála í gjár 9-7 ímóti VÍF eftir ein sera strævnan og góðan dyst, skilst á lagnum.

Vit ynskja dreingjunum, og yvirhøvur øllum aldursbólkinum, hjartaliga tillukku. Saman eru tit sterkir!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com