hósdagur, 27. november 2014

"80'ini umaftur" í februar


Jú, tiltakið verður aftur í komandi ári :)

Bookið barnagentuna longu nú til hin 21. februar í 2015! Tí tá eru 80'ini umaftur! í Hoyvíkshøll á triðja sinni. Og vit gleða okkum almikið.

Hvør minnist ikki: Opus, Life is Life – AHA, Take on me – Modern Talking, Cherry Cherry Lady – Madonna, La is La Bonita og allar hinir sangirnir, sum geva okkum flash-back til 80'ini við wunderbaum-jólatrøum, nálapútum úr Eysturoy, neon, Jane Helen gele, kasettubandupptakara og plátuspælara?

Vit í H71 ynskja at skapa karmarnar og geva tær eitt stuttligt, hugnaligt og nostalgiskt kvøld, sum fær teg at minnast aftur á góðar løtur í 80'unum.

Vit fegnast um, at undirtøkan hevur verið so avbera góð til hetta tiltakið. Tá vit fóru undir fyrireikingarnar á fyrsta sinni, vóru vit heldur fjálturstungin: Mundu fólk vera við upp á eitt 80-arakvøld? Fór undirtøkan at verða nóg góð? Vóru fólk við upp á alment dansitiltak í Hoyvíkshøll?
Stúranin var óneyðug, tað varð ongin trupulleiki við uppmøtingini, slett ikki.
Fyrsta árið, í 2013, var útselt á midnátt sama kvøldið, sum tiltakið var. Og í fjør var útselt longu tvær vikur undan tiltakinum. Og tað er við hesum í huga, at 80'ini umaftur aftur eru á skrá.

Dyrnar lata upp klokkan 23. Og tær lata upp til 80-arahittini, til diskokúlur, krept hár og glað fólk. Glað fólk, sum tú kanska tá sást í Dallas, Queen, Gaman, Hølinum, Glyvra Bio og Albert Hall - ella hvar tú nú plagdi at vera. Showmenn og plátuvendarar fara ar geva okkum eina framúr breiða og nostalgiska tónleikauppliving.

So er tað tað: hvussu tú fært atgongumerki? Tað verður greitt í næstum og lýst her á heimasíðuni.
Men hví vit so longu nú koma við boðunum? Bara so at barnagentan longu nú kann bookast. Og tey, sum eru ommur og abbar, tey muga ikki lova seg burtur til barnagentu  tað kvøldið.

Minst til: Tá tað er útselt - so er útselt! So - fylg við og ger skjótt av. Tú frættir.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com