fríggjadagur, 6. mars 2015

Halda finalukósina á Hálsi


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Sambært Jan Sørensen kemur H71 í FM-finaluna í ár.

Snotuliga og kalkulerandi kom hann í "Hvør kemur í finaluna?" fram til, at vit fáa eina endurtøku av FM-finaluni 2009.

Tá skaffaði H71 sær sítt fyrsta føroyameistaraskap, og eins og tá verða tað vestmenningar, vit í ár koma at møta.

Men handa kalkulatiónin treytar, at vit vinna dystin sunnudagin. Vit kunnu tapa onkran dyst, men so skal Kyndil gera tað sama.

Og tí er minni skilagott at hugsa í slíkum banum. Hasin dysturin skal vinnast, og burtursæð frá einum dysti í ár, dysti ímóti Kyndli, hava vit avrikað serstakliga væl á Hálsi.

So tað, at talan er um útivøll, ger ongan mun yvirhøvur. Eg vil fara so langt sum at siga, at tá talan er um Neistan, tá er á Hálsi heimavøllur, Hoyvíkshøllin útivøllur.

Rás 2 verður á staðnum, og vit vóna sjálvsagt, at hoyvíkingar líkaleiðis fara at vera tað.

Framtíðin er svørt, so kolasvørt!!!!!!!!!!!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com