mánadagur, 30. mars 2015

G17 vunnu bronsu


Skrivað hevur: Anfinnur Hovgaard

Elsta damuliðið hjá H71 vann bronsu í landskappingini.

Vit høvdu heili trý lið við í G17 í ár, og talan var um ein breiðan árgang við luttøku av leikarum úr G14 og upp í 17-18 ár.

A-liðið stóð seg heilt væl og megnaði at vinna sær bronsu. Tá skula vit hava í huga hini liðini, serliga Stjørnina, Neistan b og Kyndil, sum vóru stóru kappingarneytarnir.
Men kortini - tað kundi eisini havt gingið betri, tí ofta vóru bara marginalar á muni. Og marginalarnir høvdu kanska støði í venjing, kondisjón og styrki. Ella skula vit siga: mangul upp á sama. Tað var ikki altíð, at áhugin at venja var 100% til staðar, hóast venjararnir gjørdu sítt...

C- og B-liðini kláraðu seg knapt so væl og endaði á 8. og 9. plássið. Men hóast tað og onkuntíð stórtap, so sýntist ongantíð, sum at tær høvdu hug at pakka saman og bara fara heim. Hugagóðar, hóast alt. Og hygg líka C-liðinum, hygg at mununum í stigum og málum í mun til liðini beint frammanfyri. Eitt 5. pláss var ikki so heilt langt burturi.

Alt í alt muga vit siga, at tað er stuttligt, at tað luttaka heili 10 lið í G17 (11 byrjaðu) - ein árgangur, har leikara-fráfallið plagar at fara at gera um seg.

Og serliga stuttligt hjá H71, at vit hava kunna mannað so nógv lið. Komandi ár verður enn meira spennandi, tí nú verða fleiri av gentunum ov gamlar til G17, sum er ovasta unglingadeild. So nú verður áhugavert at vita, um H71 aftur fer at fáa eitt lið í onkrari kvinnudeild komandi kappingarár. Í løtuni spæla vaksnu kvinnurnar í tveimum deildin: 1. deild og í Elektron-deldini.

Venjarar hjá G17 hetta kappingarárið hava verið Petur Martin Johansen og Tróndur Arge.



Úrslitini hjá G17 2015 sært tú her - so leingi tey eru atkomulig.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com