týsdagur, 14. mars 2017

80'ini umaftur


Aftur í ár hevur H71 skipað fyri vælumtókta tiltakinum "80'ini umaftur!", har hildin verður dansur í Hoyvíkshøllini, og tónleikur og undirhald er úr 80–unum.

Hetta er nú 5. árið á rað, at skipað verður fyri tiltakinum, og aftur í ár eydnaðist tað væl.

 

Í ár var serstakt “surprise”, tá heimsgitna 80–ara tónleikalegendan Joe Lynn Turner úr bólkinum Rainbow framførdi nøkur løg. Hann var her í øðrum sambandi, og við góðari hjálp frá hollum stuðlum fingu vit úr Hoyvík eisini møguleikan fyri at bjóða hann fram á palli.

 

Hetta tiltak er vorðin ein fastur táttur í “vetrarundirhaldinum”, og er stuttligt at síggja somu selskap um alt landið koma væl uppløgd og skrýdd í 80–ara dressi til tiltakið. Fyri tey flestu er kvøldið byrjað við borðhaldi og hugna heima frammanundan, og heldur kvøldið so áfram og endar í Hoyvíkshøllini afturvið tónum frá gitnum tónleikabólkum og plátuvendarum frá 80–unum.

 

H71 í 80-unum

Eitt slíkt 80–ara kvøld vilja tankarnar sjálvsagt eisini leita aftur til 80–ini - eisini í hondbóltshøpi. Vit í H71 vóru byrjaði at spæla hondbólt í 1977, so H71 sum hondbóltsfelag hevði júst sett spónin í greytin, tá komið varð inn í 80–ini. Vit vandu tá bert í fimleikarhøllini í Hoyvíkarskúla – í "nýggja skúla" sum vit tá nevndu hann – og lið høvdu vit bert í fáum deildum. Men væl lá fyri. Í 1982 meldaðu vit fyri fyrstu fer lið til í 3 vaksnamannadeildini, og longu eftir trimum árum, ella í 1985, vóru vit ryktir upp í fremstu deild í vaksnamannadeildini. Og vit vunnu bæði deildina hjá dreingjum 12 og hjá dreingjum 16 í 1983.

 

Vit kláraðu ikki at varðveita sætið í 1. deild og máttu árið eftir tungu leiðina niður aftur í 2. deild. Men tann steðgurin í 2. deild var stuttur, og longu í 1987 ryktu vit upp aftur í fremstu deildina og hava verið har síðani.

 

Kappingarárið 1987/88 setti H71 gitna danska hondbólsspælaran Henrik Gerster til venjara, og við honum á odda setti H71 av álvara sítt skjaldramerki á føroysku hondbóltskappingina. Hetta árið eydnaðist at vinna bronsu í landskappingini. H71 gjørdist tá gitið um alt landið sum hondbóltsfelag og hevur síðani bert íðka hondbólt.

 

Gomlu kreftirnar eru enn við

Tær kreftir, ið tá róku H71, hava sín virkna leiklut í felagnum enn, hóast onnur hava tikið við ábyrgdini og standa við róðrið. Men júst tað - at allar kreftir, ungar sum gamlar, eru við og virka til samlaðan trivna og virksemi - er so avgerandi fyri lív og trivnað í einum ítróttafelagi. Eitt ítróttafelag er ein livandi vera, ið krevur ljós og kraft, skal ta trívast. Tí er ta so avgerandi innan ítróttarfeløg ongantíð at sáa mistreysti og at vera neiligur. Og júst eitt tvør-felagsligt tiltak sum “80'ini umaftur!” er felagsliga gott at virka saman í felagnum á annan hátt enn vanliga.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com