Lutaseðil
Stuðlafelagið boðar frá at
Bláur seðil 0733
hevur vunnið
G-festival atgongumerkið
Andlitsmáling
Frá kl 18 verða andlit málaði





Limagjaldið
Sangur til Gentur 12
18. jan.
Teir "næstbestu" hjá H71 vunnu seg í Coca cola steypafinaluna.
H71-1 og KÍF: 27-24

Ein av heilt stóru løtunum í føroyskum hondbolti hendi í kvøld, eykaliðið hjá H71 vann á teimum annars so suverenu kollfirðingunum, sum higartil í hesum kappingarárinum bert hava lagt rygg til eitt annað tap. Úrslitið var ein sensatión, dysturin óvanliga spennandi og ein meiri enn fullsett høll av áskoðarum fingu høllina at kóka móti endanum. Fyri okkum H71-arar eitt kvøld av teimum heilt góðu.
Portalurin hevur longu greitt væl frá yvirskipaðu dystargongdini <les her>, so tað er ikki neyðugt at skriva so nógv um tað.
H71 byrjaði betur, meðan kollfirðingar komu fyri seg í seinnu helvt av fyrra hálvleiki. Teir áttu eisini fyrru helvt av seinna hálvleiki. Halgir spældi ein serstakliga góðan dyst, og serliga í fyrru hálvu. Hann skoraði heili 9 mál.
Umleið 10 min inn í seinna hálvleik tók dysturin at venda okkara veg. Ungi dunaligi málverjin Tóraldur Kolsker markeraði seg við fleiri góðum og ótrúnaliga týdningarmiklum bjarging, samstundis sum Janus skoraði nøkur vælsitandi mál, júst í røttu løtu fyri at venda dystinum okkara veg, eftir at KÍF høvdu fingið eina lítla leiðslu, og Halgir var farin at hvíla seg.
Í 22. min stóð á jøvnum 22-22, og seinastu 10. min. av dystinum megnaðu kollfirðingar bert at fáa tvey mál. Tað var eyðsýnt at nógvir høvdu fingið ”gummiarm” og ongin tordi at skjóta.
Seinastu løtuna í dystinum kempaðu menn sum svakir í verjuni, og tað var gott at síggja vinnarahugin, sum var nakað kámur í fyrra hálvleiki og í dystinum móti Neistanum.
Nú er finalan eftir og hon verður spæld 11. februar niðri í Høllini á Hálsi.
Gott hevur verið at sæð allar ungu limir felagsins málaði og larmandi við viðhaldsrópum og balóntrummum. Tað hevur muna væl hjá leikarunum við so góðum uppbakkningi.
”So far so good” við okkara egna tilfarið frá málmanni og út á uttasta vong. Eitt herðaklapp til H71-leistin, sum er so mikið meiri hugaligur.

Neistin brúsaði meiri í Coca cola dystinum
H71-Neistin: 23-26 (11-13)
Vit megnaðu ikki at spæla okkum í steypafinaluna í kvøld, tá H71 og Neistin leiktu seinna semifinaludystin. Fyrri dysturin endaði javnur, og tí vóru vónirnar stórar til eitt gott úrslit á heimavølli.
Í stuttum kann sigast at menn sýntust ikki reiðiliga klárir til dystin, og rætti dystarhugurin var líkasum ikki har. Men hetta er tað sum kann koma fyri. Tað gerst ikki við.
Heini Hanusson hjá Neistanum var væl upplagdur og skoraði ikki færri enn 10 mál, og tá dagurin hepnast so mikið væl hjá vælskjótandi høgrabakkinum, so er ringt at spæla upp ímóti.
Verjan, sum í fleiri teimum seinastu dystunum hevur leikt framúr væl, stóð ikki reiðiliga so væl sum ætlað, og hetta ger so at álopið gerst tað verri. Í álopspartinum sýntist sum ov nógv at spælinum gekk beint á miðverjuna hjá Neistanum, heldur enn at spjæða spælið út á vengurnar. Tað gjørdist ov trongt. Eisini neyvleikin í avslutningum kundi verið væl betur í dag.
Fríggjakvøldið spæla H71-1 og KÍF, og vónandi eru vit væl upplagdir til hendan seinna og avgerandi seinna hálvfinaludystin í Coca cola cup kappingini.
Væl av fólki hevði leitað sær í høllina í dag, sí mynd.
24. jan.
Gentur 14 - blandað spæl
Okkara gentur 14 hava spælt tveir landskappingardystir hesa seinastu vikuna. Týskvøldið vóru vit á Giljanesi, har vit hittu Sóljuna. Sandavágsgenturnar vóru - sum ikki einaferð - tungar at dansa við, løgdu út við sera skjótum, kontantum og tryggum spæli, men málverjarnir og verjan hjá okkum fingu gjørt teimum lívið nakað súrt. Og í endanum av dystinum fór ferðin nógv niður - sýntist sum at høga ferðin í byrjanini tá fekk gassið úr ballónini.
Men men – okkara gentur vóru rættuliga klossutar úti á vøllinum hetta kvøldið. Vánaligar avleveringar, vánaligar móttøkur, illa umhugsaði skot - hetta eru orð og tankar, sum koma fram aftan á hendan dystin. Dysturin endaði 10-10 aftan á hálvleiksstøðuna 7-6 til okkum. Við bara eitt sindur betri spæli úti á vøllinum frá okkara síðu kundi úrslitið havt verðið til okkara fyrimun. Vónandi fara okkara gentur ikki at spæla ein slíkan dyst aftur.
Leygardagin var so dystur á Hálsi, nú móti Neistanum-b. Og nú fingu vit fjepparar ein nógv betri dyst. Málverjarnir báðir høvdu ein super dag, har tær báðar onkuntíð dupult-bjargaðu. Verjuparturin riggaði sera væl. Og úti á vøllinum var skilið eitt heilt annað enn á Giljanesi! Avleveringarnar riggaðu bara, og onkuntíð var beinleiðis flott spæl at síggja. Aftan á hálvleiksstøðuna 6-1 til okkum endaði dysturin við heili 19-6. Stóri málmunurin var nokk við til at gera spælið eitt sindur sløsut í endanum - t.d. tá ein av okkara gentum avleveraði bóltin til eina av teimum bláu. Bara soleiðis.. Skal ikki nevna nakað navn, tað er eisini líka mikið, tí tá alt kom til alt, so var hetta bara eitt skemtiligt innslag :)
Í løtuni liggja vit á odda í bólkinum (http://www.uf.fo/hsf/vis_deild.asp?deild=G 14 B). Men bara við einum stigi, so her er ikki komið á mal enn. Gjøgnum árið hevur tað bara gingið betri hjá okkum - so gentir: nú steðga vit ikki upp, nú fara vit eftir fyrsta-plássi! Tit hava evnini, og tit hava viljan. Og so hava tit eisini okkum fjepparar!
Okkara gentur 14 eru hesar: Málverjar: Elisabeth og Vár. Útileikarar: Ása, Fríða, Fía, Guðrið B, Guðrið H, Joanna, Kristina, Margret, Linda, Lív, Silja, Súsan




