týsdagur, 14. mars 2017

Spenningurin økist


Savnsmynd (Álvur Haraldsen/in.fo)

Dystur var í FTZ-deildini millum H71 og StÍF í kvøld.

Dysturin var ikki vunnin áðrenn dystarbyrjan, og tað var hann heldur ikki eftir dystarenda.

 

Hálvleiksstøðan var 11-13, og endaliga úrslitið gjørdist 28-30.

 

Dysturin gekk rættuliga javnt á alla tíðina, tó so at strandingar sýntust at vera tað eina sindrið betri. Hóast StÍF ta einu løtuna bara hevði 3 útileikarar móti okkara 6, so megnaðu teir at halda somikið væl upp á bóltin, at okkara bara fingu tað eina málið í hesari yvirtalsstøðuni.

 

Ikki at tað er nøkur umbering, men tað skal eisini nevnast, at okkara lið í dag manglaði leikarar sum Boga Gaard Davidsen, Pætur Thomsen, Hans Kára Hansen og Helga Hoydal. Hinvegin kunna vit nevna Andor í Horni Sivertsen, sum aftur í dag hevði ein góðan dyst.

 

Støðan í FTZ-deildini broyttist sum so ikki. Strandingar hava ikki møguleikar at koma í finaluna, tí teir kunn í mesta lagi vinna 10 stig afturat og harvið koma upp á 23 stig. Men nummar 2 í kappingini, KÍF, hevur í løtuni 25 stig, meðan H71 á fremsta plássi hevur 29 stig.

 

Og fyri okkara viðkomandi, so er onki finalupláss tryggjað. Vit eru á odda við 4 stigum, gamaní, men vit hava 5 dystir eftir, so her skal kempast víðari.

 

Koyrið á, tit svørtu, koyri á!

 

 

Støðan í FTZ-deildini aftan á dystin í kvøld er hendan:

 

 

Úrslit og støður í FTZ-deildini kanst tú síggja her á Úrslitatænastuni.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com