fríggjadagur, 17. mars 2017
U19-kvinnurnar vunnu í dag 33-15 á Moldovo, eftir 13-7 í hálvleikinum.
Talan var sostatt um ein greiðan sigur á Moldova, sum eisini var mett at vera veikasta liðið í bólki 1 í EM-undankappingini.
Føroyar byrjaðu heldur trilvandi og vóru aftanfyri 3-2. Ov nógvir kjansir vórðu brendir, og ov nógvar villur vóru. Offensiva verjan stóð tó væl, og skjótt komu okkara fram um og fóru til hálvleiks við 13-7.
Okkara vóru flúgvandi fyrstu løtuna í seinna hálvleiki og komu framum heili 22-8, áðrenn Moldova aftur fekk nakað mál. Tað var rættiliga tíðliga í dystinum greitt, at hesin sigurin ikki fór nakran veg. Allir føroysku leikararnir sluppu at spæla, og tað sæst hetta eisini aftur á listanum yvir málskjúttar. Hetta var sostatt eisini kærkomið høvi at hvíla fleiri av leikarunum, sum skulu spæla tríggjar dystir nú í tríggjar dagar.
Við sigrinum spæla Føroyar fyri einum plássi í EM, sum verður í Slovenia seinni í summar. Tvey lið koma víðari úr bólkinum. Í morgin skal føroyska liðið spæla móti Ungarn, sum heilt vist er sterkasta liðið í bólkinum. Sunnudagin spæla okkara móti vertunum Makedonia.
Eins og í dag, so verða hesir báðir dystirnir stroymdir á Youtube:
Leygardagin klokkan 16:00: https://youtu.be/GdUFJm-ZQT0
Sunnukvøldið klokkan 18:30: https://youtu.be/pnq9rDfMJiw
Málskjúttar hjá Føroyum vóru:
Vár Djurhuus Poulsen 6
Maria Halsdóttir Weyhe 5
Tóra Eliasen 4
Fríða á Dunga 3
Anna á Steig 3
Drós Ragnarsdóttir 3
Marita Mortensen 3
Rannvá Dahl Hanusson 3
Karin Holm Simonsen 1
Magna Tórðardóttir 1
Durita Toftum Joensen 1
Sonja Lava Sirdal 1
Á myndunum her eru U19-leikararnir frá H71: frá vinstru eru tær Marita Mortensen, Anna á Steig, Karin Holm Simonsen, Maria Halsdóttir Weihe og Durita Toftum Joensen.
Tú kanst lesa meira um U19 her á hsf.fo.
Úrslit fyri allar dystirnar og støðurnar kanst tú síggja her.
27. desember
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |