mikudagur, 3. juli 2013
Innsendar dystarfrásagnir frá Partille Cup 2013 fyri mikudagin 3. juli
H71 hevur tvey lið hjá D16 við í PartilleCup. hjá D16/2 hevur byrjanin verið eitt baks, tí teir eru komnir í ein krútsterkan bólk saman við trimum svenskunm, einum norskum, einum íslendskum og einum týskum liði.
Higartil hava teir tapt allar dystirnar rættiliga greitt. Men í dag móti íslendska liðnum, Grotta, reistust teir knappliga í seinna hálvleiki.
Fyrri hálvleikur gekk illa, men í seinna vunnu okkara 9-5. Hetta var tó ikki nóg mikið til at vinna dystin, men tað var stór framgongd móti sterkum liði.
Á myndini síggjast leikararnir á D16/2 saman við øðrum liðleiðaranum, Høgna Djurhuus. Leikararnir á liðnum eru:
Hjalti Joensen, Martin Nielsen, Vensil Djurhuus, Tóri Christiansen, Fróði Niclasen, Sveinur Kass Joensen, Anton Højgaard, Rani Ravnsfjall.
Høgni Hoydal er liðleiðari saman við Høgna Djurhuus.
Gentur 14b vunnu dystin móti Skedsmo HK2 og vóru sjálvandi ovurfegnar :)
Dysturin gentur 14a móti Lugi HF 1. Vunnu dystin, genturnar ovurfegnar, venjarin og hjálparvenjarin við.
Dreingir 14 spældu fyrsta dystin í morgun móti svenska liðnum Vallentuna. Okkara dreingir vunnu dystin 18-15. Vit løgdu okkum á odda frá fyrsta bríksli, og vit hildu leiðsluna allan dystin, eitt frálíkt liðavrik, ið vit kunnu vera sera ernir av.Seinna dystin spældu dreingirnir móti svenska liðnum HK Aranas. Vit taptu dystin 17-13. Dreingirnir spældu ein góðan dyst, men svenskarnir vóru javnt stórir, og okkara smáum, men sera knáu leikarar kláraðu ikki at halda svenskarnar í verjupartinum. Leikliga stóu vit als ikki aftanfyri svenskarnar, men fysiskt eru vit generelt veikari enn teir útlendsku leikarnir. Sum tað sær út nú koma vit helst í B-endaspælið.
H71 dreingir 10B byrjaðu dagin kl. 10:50 við einum dysti ímóti Lugi HF 2. Lugi HF er eitt svenskt hondboltsfelag frá Skåne. Dysturin ímóti Lugi HF 2 var javnur, men dreingirnir hjá H71 10B máttu lúta. Veðrið byrjaði við tí besta sólskini, men seinni uppá dagin fór at regna. Í nógvum regni spældu dreingirnir seinna dystin ímóti SC Neva. SC Neva koma onkrastaðni frá í Russland har tey eta nógv og fara tíðliga í song. Tí teir vóru so nógv, nógv, nógv størri enn vit og eisini eitt sindur skjótari. So har var ikki nógv at gera hjá dreingjum 10B, sum eisini máttu lúta fyri hesum stóru bjørnum. Hóast dreingir 10B taptu báðar dystirnar, so vóru sera raskir og skoraðu fitt av málum. Dreingirnir gleða seg til nýggjar dystir í morgin.”
Vinnaraandi hevur verið yvir gentum 10 ár hesar dagarnar, vit hava verið í Gøteborg. Tær hava vunnið allar dystirnar higartil, og liggja sum nummar eitt í bólkinum! Í myndasavninum síggja vit gentur, sum í regni og runu vunnu sín 5. dyst í kappingini.
Gentur 16 vóru í regninum seinnapartin í dag aftur á Heden, hesa ferð til tveir dystir.
Fyrri dysturin var móti norsku Stjørdal. Vit taptu 7-10, men úrslitið er ikki heilt sigandi fyri dystin, tí hálvleiksstøðan var 5-5. Og munurin á liðunum báðum var ikki soo øðiliga stórur...
Seinni dysturin var móti svensku H43 Lund. Har fingu vit stutt og greitt bank! 1-6 í hálvleikinum, 2-11 í endanum. Svenska liðið var greitt betri, so her var onki at koma eftir.
Dreingir 11, H71 2
Dagur 2 í kappingini byrjaði við dysti móti svensku IK Svävehof. Líkindini vóru góð at leika, og dysturin var spennandi. Eftir at hava verið á odda 7-6 skrædnaði verjan, eftir tvær ivasamar útvísingar, og úrslitið gjørdist 11-7 til svensku vertirnir. Málskúttar í dystinum vóru, Baldur 3, Bergur 2, og Djóni 2.
Seinni dysturin var ímóti svensku Mjölndals HF. Tað hevði regnað illa, og hetta sást eisini aftur á spælinum. Við vátum bólti var tórført at fáa styrki í skotini. Stóri málverjin hjá svium stóð væl og endaliga úrslitið gjørdist 6-2 til HK Mjölndals. Málskyttar í dystinum vóru, Bergur og Djóni.
Dreingir 11 H71 1
Dr. 11A hava í dag leikt 2 dystir á Heden, har graslíki er undirlag. Hetta var betri enn móran á Kviberg, sjálvt um regnið í dag gjørdi umstøðurnar, at leika hondbólt torførar.
1. dysturin var ímóti russiska liðinum SC Nevskaya Zastava. Spenningurin áðrenn dystin var stórur, men tað skuldi vísa seg at mótstøðan ikki var tann stóra. Úrslitið var heili 21-2.
2. dysturin var móti svenska liðinum HK Aranas 2. Her var spenningurin eisini stórur. Liðið tapti tepurt móti liðnum úr Egyptalandi, sum vit vunnu tepurt á í gjár. Eisini her skuldi tað vísa seg, at munurin á liðunum var stórur og vunnu vit 2-11. Siðurin varð grundaður á ein konsentreraðan innsats frá øllum leikarunum ígjøgnum allan dystin.
Alt í alt ein góður dagur, sum gevur mót uppá meira hósdagin.
Dr. 10 A
Eftir góðu úrslitini í gjár skuldu dr. 10A vísa, at hetta ikki var eitt eindømi. Hetta bar fyrsti dysturin eisini brá av og vunnu teir fyrsta dystin 12 – 2 á Baerums Verk IF.
Mótstøðan skuldi tó vísa seg at gerðast størri seinni um dagin. Tá møttu teir hálvvaksnum monnum úr Zagreb. Dreingirnir bardust mannliga og bakkaðu ikki ein tumma, men hetta vísti seg ikki at vera nok. Teir fingu ikki vart fyri stóru skjúttunum og taptu dystin við nógvum málum.
Dreingirnir hava rós uppiborið, teir vóru sera raskir, spældu væl saman og Teitur í málinum stóð tveir frammúr dystir.
Dr. 10 A liggja nú, vit leggja mikudagin afturum okkum á einum deildum 2. Plássi.
Koyrið á dreingir
Dreingir 13 vunnu fyrsta dagin 17 – 10 á Fylki 2, sum er úr Íslandi. Av tí at D13 ikki eru so nógvir dreingir, fingu teir hjá styrk frá gentum 13. Genturnar vóru ikki bara góðar, tær motiveraðu eisini dreingirnir til at vísa veruligt hondbóltskynstur. Tórmóður fekk snyldisliga loppa bóltin á strikuna, sum síðani fekk mál. Jógvan fintaði seg sum einki gjøgnum verjuna hjá íslendingunum og Høgni setti bóltin í netið við einum flottum undirhonsskotið. Genturnar vóru knáar. Tær vardu væl, so ikki var lætt hjá íslendingunum at koma til skot. Tá so íslendingar fingu høvið til at skjóta, so var málíð sera væl vart av Mariu.
Fyrsti dysturin hjá D13 varð leiktur móti Skånela IF 1, og taptu hoyvíkingar 15 - 11, eftir at hava verið á odda í fyrra hálvleiki. Nógvir dreingir 11 leiktu við hendan dystin, og sum ikki einaferð, vóru teir við til at styrkja liðið. Pauli var sera góður í málinum.
G12: H71-BK Ydun 2-5
Dagurin í dag hjá gentum12 gekk betur enn í gjár. Tær spældu væl, og tær kempaðu væl og vóru sera ágrýtnar.
Fyrri dysturin var ímóti oddaliðnum BK Ydun av Frederiksberg í Keypmannahavn, har tær taptu 5-2 eftir at hava fingið eina ringa byrjan og komu afturúr 3-0 beinanvegin.
Seinni dysturin var ímóti Karra HF2, og tá bragdaði hjá okkara gentum. Tær komu væl frá byrjan og vóru á odda allan dystin, og málmunurin gjørdist bara størri og størri – og dysturin endaði 8-2 til H71.
---
Skrivað og tikið myndir hava Høgni Hoydal, Ann Thomsen, Símun, Bjarni Arnason, Páll Olsen, Anfinnur Hovgaard, Jens á Skipagøtu, Janet Fríða Johannesen, Eirikur Lindenskov, .
---
Tað ber til at fylgja við H71 her á heimasíðuni hjá Partille Cup.
Og myndasavnið hjá okkum verður útbygt so hvørt, sum myndir koma inn. Hesaferð eru fleiri nýggjar myndir komnar inn eins og eitt myndasavn frá setanini er at finna á forsíðuni.
Nøkur hava trupulleikar við at síggja myndasavnið; tey kunna royna hesa at trýsta >her< fyri at koma beinleiðis inn á Flickr.
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
9. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |