sunnudagur, 9. apríl 2017

Á veg í Hvonn-deildina


Skrivað hevur: Petur Martin Johansen

1. deild kvinnur hjá H71 vann gull í ár.

Vit byrjaðu venjingina í august. Tað var nakað seint, tí ov fáar vóru í venjing. Tað møttu ein fittligur hópur av ungum kvinnum, sum vildu venja og spæla hondbólt.


Men tað byrjaði væl, og vit vunnu fyrsta dystin á Skála 22-12. Síðani hildu vit fram at vinna, nakrar akkurát og aðrar lættari.


Vit løgdu eina ætlan fyri venjingina, har ferðin skuldi upp, og verjan skuldi verða góð. Og sum kappingin leið, gjørdist tað betri og betri. Og serliga í tveimum teimum seinastu dystunum hevur spælið verið gott við góðari ferð.


Vit valdu aftur í ár at royna kreftir í Faxe Kondi steypakappingini, har bert Hvonn-lið eru, og sóu vit, at vit høvdu flutt okkum í mun til seinasta ár. Hvonn-liðini spæla við hægri ferð, og tað fysiska og konditiónin er betri. Annars kláraðu vit okkum væl og spældu upp ímóti bæði Stjørnuni og VB. Upplivingin at spæla í Faxe Kondi kappingini var góð, bæði fyri leikararnar og so sanniliga eisini hjá okkum venjarum.


Á okkara liðið eru ungar kvinnur, bert ein er eldri enn 20 ár, og so hava G17 bitið seg meira og meira fastar á liðnum. Venjingarumhvørvið er gott. Tær dáma væl at venja og í ár hevur nógv fokus verið á skipaðari kropsligari venjing. Vit hava roynt at vant tær á tí støðinum, tær eru, tað vil siga, at tær sterkastu Gentur 17 eru slopnar at spæla við kvinnudeildini.


Hetta árið hevur verið ein góð uppliving. Kvinnurnar hava tað stuttligt, meðan tær venja, og tær hava tað gott sosialt. Tað hevur eisini verið stuttligt sum venjari, og mangan hevur láturin rungað í høllini.


Kvinnuhondbóltur eins og manshondbóltur er í menning, og við venjarum aðra staðni frá koma broytingar í, og H71 má sigast at ganga á odda við tí. Ferð og spæliháttur eru broytt nógv. Framtíðin boðar frá góðum, og tað sæst aftur í teimum yngru deildunum.


Hoyvíkskvinnur eru á veg í Hvonn deildina, og hyggur man eftir yngru deildunum, so eru fleiri góðir spælarar á veg.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com