sunnudagur, 9. apríl 2017
Myndir: Jan Sørensen
Tað var toppdystur á skránni í Hoyvíkshøllini sunnukvøldið, tá ið VÍF kom á vitjan.
H71 lá fremst við tveimum stigum fleiri enn VÍF. Hetta var sostatt ein dystur um fyrsta plássið í kappingini og ein dystur, har VÍF kundi endaliga tryggja sær hitt finaluplássið.
Tí var tað ikki so løgið, at fitt av fólki, bæði hoyvíkingar og vestmenningar vóru komin í høllina hetta kvøldið, hóast nógvar fermingar vóru á skránni í báðum bygdum.
Tað skuldi gangast VÍF sera illa, um teir skuldu missa annað finaluplássið, so hesin dysturin kundi eisini geva ábendingar um, hvussu finalurnar fara at ganga. Kravið til VÍF var greitt. Teimum restaðu eitt stig í at hava spælt seg í finaluna, meðan H71 hugsaði um at tryggjað fremsta plássið, ið gevur rættin at gera av, í hvørjari raðfylgju finalurnar skulu spælast.
H71 byrjaði dystin best. Verjan og Ári í málinum stóðu sera væl, og eftir fýra minuttum var støðan 4-0. Hesa løtuna var Hilmar Leon flúgvandi og skjeyt trý góð mál á rað frá vinstra bakki. Tað kundi verið enn betri, um vit ikki brendu tveir upplagdar møguleikar í skjótálopinum. Ein fitt løta gekk, áðrenn VÍF vaknaði. Men teir fingu so líðandi spælt seg upp aftur, soleiðis at teir fingu minkað um munin niður í 4-3, og H71 tók time-out.
Tó at hetta ikki var ein týdningarleysur dystur, so var hetta ein dystur, ið gav møguleika at royna summar taktiskar snildir av. H71 gjørdu av at royna seg við 7 móti 6 spæli eftir time-outið, og tað riggaði væl fyrstu løtuna. Jónas, ið hevði spælt Hilmar Leon væl upp, fekk eisini sjálvur góð mál við gjøgnumbrotum og hoppskotum.
Støðan gjørdist 6-3, tá fimtan minuttir vóru farnir, og VÍF tók time-out. So byrjaði at leika javnari á aftur, og eftir tjúgu minuttir fingu vit smakkað okkara egna heilivág, tá VÍF skoraði í tómt mál og fingu javnað til 8-8. Hetta endurtók seg fimm minuttir seinni, tá ið VÍF fingu lagt seg á odda fyri fyrstu ferð í dystinum, 10-11. Vit fingu javnað aftur beint áðrenn hálvleik, tá Hilmar Leon skoraði til 11-11, ið eisini var hálvleiksstøðan.
Ein javnur hálvleikur, har H71 tó fyri tað mesta hevði verið við yvirlutan, men megnaði ikki at halda leiðsluna. H71 brendi eina røð av uppløgdum møguleikum móti Mladen í VÍF-málinum. Ári stóð eisini sera væl í málinum hjá H71.
Ein sat kortini við varhuganum av, at hvørki av liðunum vildu avdúka ov nógv um, hvussu tey ætla sær at spæla í finaluni. H71 skifti nógv út, bæði í álopi og verju, bæði fyri at spæla breiddina inn, og fyri at spara leikarar. Í VÍF verjuni sóu vit ikki nógv til mansverju av Peteri. Hetta kanska eisini fyri at leggja eina nýggja verjuætlan, tá ið finaludystirnir skulu spælast.
Seinni hálvleikur byrjaði eins og fyrri hálvleikur endaði. Liðini skiftust um at skjóta mál og at hava leiðsluna. H71 helt fram við útskiftingunum, og vit sóu ikki Peter vera inni, fyrr enn einir tíggju minuttir vóru farnir. Um hetta mundið hevði VÍF eisini hug at taka sær eina greiðari leiðslu, tá teir fingu lagt seg á odda 14-16, og H71 tók time-out. Hetta hjálpti, og dysturin gjørdist javnur aftur eftir fimtan minuttir, tá støðan gjørdist 16-16.
Nú lá dysturin veruliga og koppaði aftur og fram, og hetta hoyrdist eisini í høllini. Viðhaldsfólkini hjá báðum liðum byrjaðu at rópa harðari, og tað kendist veruliga sum ein toppdystur.
Verjan hjá H71 byrjaði at standa sterkari, og Peter fekk hepnið við í síni skot og skeyt nógv mál hesa løtuna.
Liðini hildu fram at fylgjast, og støðan gjørdist 20-20, 21-21 og 22-22.
Teir seinastu fimm minuttirnar kókaði dysturin veruliga. Filip í VÍF-álopinum skoraði eftir vild, meðan H71 fekk spælt seg ígjøgnum til fleiri flott mál.
Seinastu tveir minuttirnar hevði H71 fyrimun, tí tá tað var VÍF, ið skuldi javna hvørja ferð. Tað eydnaðist teimum eisini til 23-23, men so fingu vit skjótálop til Pætur, ið kundi seta bóltin í málið til 24-23. VÍF fingu javnað aftur, men Pætur varð aftur sendur skjótt í álop, og skoraði til 25-24, við einum minutti eftir.
Ein javnleikur hevði verið gott fyri VÍF, so hugsast kundi, at teir ætlaðu at spæla tíðina út, men teir vunnu sær eitt brotskast, tá 30 sekund vóru eftir. Tað settu teir í netið, og H71 kundi fáa tað seinasta álopið í dystinum. H71 ætlaði sær ikki at lata nakra tíð vera eftir til VÍF-álopið, og var kanska ikki nóg ágangandi av tí sama. Við ellivu sekundum eftir, tók H71 time-out fyri at leggja eina ætlan um, hvussu dysturin kundi vinnast. Gjørt varð av at seta Peter upp til skot, men VÍF-málverjin fekk bjargað, soleiðis at dysturin endaði 25-25.
Vestmenningarnir frøddust um eina stigið, ið tryggjaði teimum finaluplássið, og mongu áskoðararnir úr Vestmanna fagnaðu teirra leikarum, meðan H71 viðhaldsfólkini klappaðu at sínum leikarum.
Eftir stigatalvuni er fremsta plássið nú tryggjað, men VÍF kann fáa sær eitt stig afturat við at vinna umdyst móti Neistanum. So fyri at tað skal gerast heilt trygt, so krevst minst eitt stig móti KÍF í Kollafirði, næsta leygardag, áðrenn finalurnar móti VÍF skulu spælast vikuna eftir.
Skulu vit skilja hendan dystin sum eina undansýning til finalurnar, so eiga vit at fyrireika okkum til sera spennandi finalur í Hoyvík og í Vestmanna.
Fyrra finalan í FTZ-deildini verður spæld mikukvøldið 19. apríl, og tann seinna leygardagin 22 apríl. Verður neyðugt við einari triðju finalu, so verður hon spæld sunnudagin 23. apríl.
Tað er vinnarin av grundspælinum, sum sleppur at avgera, hvar tann fyrsta finalan verður spæld - í Hoyvík ella í Vestmanna. Og vinnarin sleppur eisini at avgera staðið fyri einari møguligari triðju finalu.
Støð og tíðir fara vit at frætta nærri um næsta vikuskifti.
27. desember
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |