mikudagur, 3. juli 2013
Misjøvn úrslit í dag - men onkur lið eru tó longu komin í A-umfarið.
Setanin var í gjár, og sjálvt um hon kanska ikki var eins góð sum fyrraárið, var tað eitt satt upplivilsi at sita í einum sannum inferno av einum ljósshowi í víðagitna Scandinavium, ið kann hýsa heili 15 túsund fólk.
Veðrið, ja... heilt lýtt við hissini sólglottum. Vit vita ikki, hvat "hann" sigur um tað komandi dagarnar. Men tað kann eisini gera tað sama, tí hann fer skeivur í, ja, faktiskt øllum. Tað hevur skulað verið sól, og tað bleiv regn, og øvut.
Úrslitini hava verið nakað misjøvn. Nøkur frálík úrslit, nøkur ikki so, men gevandi fyri tað.
Gentur og dreingir 11 standa sterkt í kappingini, og tað verður mega spennandi at fylgja teimum:akkurát hvussu langt røkka tey 11-ára gomlu?
Gentur 13 og dreingir 13 kunnu eisini náa A-umfarið. Genturnar hava eitt øtiligt ambitiónsniveau, og rætt so, men tíverri hava tær enn ikki tikið hondbóltsspælið, tær hava víst alt árið heima í Føroyum, við sær til Partille Cup.
Vinna tær í morgin sínar tveir írestandi dystir, ein nokkso ringur dystur og ein, á pappírinum, lættur dystur, eru tær tó í A-umfarinum.
Dreingir 14 vunnu ein dyst í dag, gentur 12 eisini, har tey fyrr hava verið so tætt við. Gott í tykkum, og drívið á í morgin!
Aðramáta hava nógv fantastisk úrslit verið, og tað er bara at fara inn á partillecup.com at fregnast.
Í morgin finna vit so útav, hvør endar í A-umfarinum, hvør í B. Hvussu er og ikki, tá eru umstøðurnar hjá liðunum nokkso ymiskar, og nógv atlit skulu takast, og flestøll hava tað stuttligt og hugna sær, tað veri seg innan- og uttanfyri vøllin.
Spennandi verður!
27. desember
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |