mikudagur, 19. apríl 2017
Í kvøld kl 20 spæla vit fyrstu finaluna á útivølli móti VÍF.
Vestmenningar hava noktað Kringvarpi Føroya at stroyma dystirnar, helst av ótta fyri at fólk ikki skulu koma í høllina at hyggja.
Hetta hevur einki at siga fyri trúføstu viðhaldsfólkini hjá H71. Vit fara at gera alt fyri at koma í høllina at stuðla okkara leikarum til hesar størstu dystirnar í árinum.
Hetta er triðja árið á rað, at hesi bæði liðini hittast í finalunum, og nú skulu tvey tey seinastu árini gloymast. Leikararnir eru sera hevndarhugaðir eftir hesi bæði ár, og tað er eingin ivi um, at viljin hevur verið til staðar.
Hesin hevndarhugur hevur eisini lýst burturúr teimum til so at siga allar dystirnar móti vestmenningum hetta kappingarárið.
Í ár hava vit havt óvanliga gott tak á VÍF, og vit hava vunnið allar uttan seinasta javnleikin fyri hálvari aðru viku síðani.
Vit minnast við gleði aftur á tær báðar hálvfinalurnar í steypakappingini, tá verjan og málverjarnir stóðu so sera væl í báðum dystum.
Eisini minnast vit gøluna, tá Hilmar Leon mátti av vøllinum orsaka av einari villu á dómaraseðlinum, og eitt sera skert H71 lið kortini fekk vunnið dystin.
Og so eisini dystin, stutt eftir steypakappingina, tá Andor og Dánjal av hvør sínum vongi, gjørdu hvat teir vildu móti Mladen í VÍF-málinum, og tryggjaðu okkum sigurin.
Eisini er áhugavert at hyggja eftir hagtølunum. Vit hava innsavnað málskjúttar frá øllum dystunum móti VÍF hetta kappingarárið, bæði í land- og steypakappingini. Teir koma her:
Málskjúttar hjá H71 móti VÍF:
Peter: 34
Pætur: 27
Dánjal: 18
Rúni: 16
Jónas: 14
Helgi: 10
Bogi: 9
Hilmar Leon: 7
Andor: 7
Niklas: 6
Sigmundur Nolsøe: 5
Hans Kári: 5
Sigmundur Dahl: 2
Tróndur: 2
Ári: 1
Vilhelm: 1
Til samans hava vit skotið 163 mál. 78 av teimum í fyrra hálvleiki, og 85 í seinna hálvleiki.
Málskjúttar hjá VÍF móti H71
Filip: 53
Áki: 16
Julian: 15
Sjúrður: 12
Andrias: 8
Bjarti: 6
Rúni: 6
Agnar: 5
Rói: 5
Jugoslav: 3
Hanus: 2
Mladen: 2
Høgni: 2
Ingi: 1
Til samans hava VÍF skotið 137 mál móti H71. 61 í fyrra hálvleiki og 76 í seinna hálvleiki.
Men hagtøl siga ikki alt.
Út frá hagtølunum kunnu vit lesa at okkara høgra síða við Peteri og Pæturi skorar nógv mál, meðan tað er Filip, ið skorar flest fyri VÍF. Áki hevði helst eisini fingið fleiri um hann hevði spælt alt kappingarárið.
Tað er eingin ivi um at H71 hava fyrireikað seg gjølla fyri at steðga skotunum frá Filip, meðan VÍF hava hugsað nógv um Peter.
Út frá hagtølunum kundi vit freistast at hugsa, at hetta verður ein dystur millum stórskjúttarnar báðar, Filip og Peter. Men vit, ið hava fylgt við, vita at hvør einasti leikari verður avgerandi. Tað er ikki ráð til at hava ein ringan dag í finalunum, tí bæði liðini hava leikarar, ið kunnu revsa hvørjum mistakið, hvar tað so er á vøllinum.
Hvussu er og ikki, fáa vit greiðu á nógvum spurningum í høllini í Vestmanna í kvøld. Vónandi verður hon kolasvørt á at líta.
17. oktober
9. oktober
15. september
1. apríl
26. mars
15. februar
12. oktober
11. oktober
9. oktober
Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík
Nevnd | ||||
Anna Dam | Forkvinna | 519082 | AnnahDam@iCloud.Com | |
René Dahl Olesen | 235930 | ReneDahlOlesen@gMail.Com | ||
Emy Sólvitsdóttir | 513769 | EmyS@Olivant.Fo | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | ||
Petur Skeel Dahl | 210135 | PeturSD@Olivant.Fo | ||
Eyðun Joensen | 792640 | EyJo@Taks.Fo | ||
Jóhan Lamhauge | 521975 | Lamhauge@HotMail.Com | ||
Alfred Jacobsen | 723700 | AlfredJacobsen@gMail.Com | ||
Beinta Fossadal | 288913 | BeintaFossadal@Hotmail.Com | ||
Ann-Mari B. Mouritsen | Heimasíða | 214452 | Ann-Mari@Olivant.Fo | |
Djóni Gaard Joensenn | Samskipari | 504488 | H71Umsiting@gMail.com |