týsdagur, 18. juli 2017

U21 manslandsliðið í HM-endaspælinum í Algeria


H71 hevur ikki færri enn 6 leikarar við í Algeria á U21 manslandsliðnum. Teir eru Jónas Gunnarson Djurhuus, Helgi Hildarson Hoydal, Hilmar Leon Jakobsen, Pætur Thomsen, Brandur Halgirsson og Hørður Trygvason. Tað eru teir á myndini her omanfyri.

 

Hesir somu leikararnir vóru við til at vinna undankappingina til HM í Algeria, sum varð leikt í Føroyum í januar í ár.

 

Høvuðsvenjari hjá U21 manslandsliðnum í HM-endaspælinum er Sonni Larsen, ið vit kenna sum venjara hjá besta liðnum hjá H71. Brandur og Hørður leika nú hondbólt í Flensburgh, og eftir summarfrítíðina fara Jónas og Helgi til Danmarkar at leika hondbólt. 

Føroyar eru komnar í ein sterkan bólk saman við Týsklandi, Ungarn og Noreg, umframt Kili og Suðurkorea.  
Í morgin, týsdagin, verður fyrsti dysturin hjá føroyska U21 manslandsliðnum móti Kili.  
 
Innleiðandi dystirnir eru:
18. juli, kl. 14.00 Føroyar – Kili 
20. juli, kl. 20.00 Suðurkorea – Føroyar 
21. juli, kl. 18.00 Noreg – Føroyar 
23. juli, kl. 18.00 Føroyar – Týskland 
25. juli, kl. 18.00 Føroyar – Ungarn 
 
Rás2 fer at siga frá dystunum. Øll kunnu lurta við á internetinum á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og FM 98,7.

Tað verður spennandi at fylgja okkara røsku og søguligu U21-leikarum. At nógvir áskoðarar eru  við í ferðalagnum til Algeria, hevur uttan iva stóran týdning fyri leikararnar. 
 
H71 ynskir leikarum og venjaratoyminum góða eydnu í Algeria.

 

---

HSF hevur latið gjørt "Tíðarritið Hondbóltur". Har kanst tú millum annað lesa um U21-liðið og um HM-kappingina.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com