týsdagur, 8. august 2017

Bragdið í Algeria


Skrivað hevur: Sunneva Jakobsen

Ein ferðafrásøgn um bragdið hjá føroyska U21-manslandsliðnum í Algeria í juli 2017.

H71 hevur heitt á fyrrverandi forkvinnu felagsins Sunnevu Jakobsen um at greiða frá túrinum í Algeria har hon var við sum áskoðari.

 

 

Undankappingin – fyrsta bragdið

Dagurin 8. januar 2017 hevur sett seg fastan í føroysku ítróttarsøguna, sum dagurin tá føroysku U21 hondbóltsdreingirnir vunnu seg víðari til HM endaspælið, sum skuldi spælast í Algeria á ólavsøku. Niðurlagið í høllini henda dagin var “vit síggjast í Algeria á ólavsøku”.


Sum hondbóltsáskoðari var hetta ein óveruligur tanki, at ungu føroysku U21 leikararnir høvdu spælt seg til eitt HM endaspæl. Stoltleikin og tjóðskaparkenslan kundu ikki haldast aftur men spríktu út millum rivjabeinini smiley  Men kenslan, eg hevði sum mamma, hon var ein heilt onnur: Glað og ómetaliga stolt, og samstundis trokaði tankin seg tó fram at um, at nú skuldu dreingirnir út í heim at leika móti teimum heilt stóru. Tankar sum, at teir nú blivu tveittir fyri leyvurnar og søgan um Dávid móti Goliat, høvdu hug at yvirtaka glaða og stolta móðurhjartað.

 

Tá alt kemur til alt, høvdu vit  – hetta vikuskiftið í januar 2017 – verið vitni til tað størsta hondbóltsavrikið í hondbóltssøgu føroyinga higartil.


Ferðin til Algeria

Vit lendu í øllum góðum í Algeria 17. juli. Sum øll onnur skuldu vit gjøgnum passeftirlitið á flogvøllinum, sum sá út til at ganga væl - í hvussu so er hjá øllum teimum framman fyri okkum. Komin framat passeftirlitinum, blivu allir føroyingarnir tiknir til síðis, tó slapp yngsti føroyingurin ígjøgnum uttan trupulleikar, meðan mamman bleiv steðgað. Har stóðu vit so, mitt ímillum harttalandi Algerar á hálvbronglaðum enskum, sum illa bar til at skilja, við ongum passum, tí hesi vóru tikin frá okkum. Hetta hóvaði ikki øllum, og onkur var, sum ikki vildi góðtaka støðuna og hevði hug at ilskast inn á alt og øll. Har var ein øgilig málageipan á arabiskum, og tað sá út til, at menn høvdu hug at fara til hendurs. Tá er tað ein avbjóðing at standa mitt í rokanum og ikki skilja eitt orð og tí onga hóming hava av, hvat er á vási. Seinri vísti tað seg, at ein persónur var farin framum í bíðirøðini, og hetta fór ikki óátalað fram við hjá algerum – minti ikki sørt um, tá onkur bilur var farin framum í bilrøðini  á Skopunarkai laugh


Eftir at hava verið passleys í hálvan annan tíma á flogvøllinum í Algeria fingu vit passini aftur, og glað vóru vit. Høvdu bílagt shuttle til hotellið, og tað gekk sum eftir ánni.  Vit áskoðarar búðu mitt í Algeriabýi, meðan U21 ferðaliðið búði úti við vesturstrondina 15 kilometrar frá hotellinum, har vit hildu til.

 

Kappingin byrjar

Fyrsti dystur var longu dagin eftir, og spent fóru vit øll til Coupole, har Føroyar skuldu leika dyst móti Kili. Vit høvdu 20-30 minuttir at koyra við taxa, og sigast má, at ikki var lætt at samskifta við algerisku sjafførarnar. Algerar hava franskt sum sítt annað mál, og ongin av okkum dugdi franskt. Onkur hevði havt franskt í Hoydølum, men tað er sum við so nógvum øðrum, verður málið ikki brúkt, so legst tað í dvala.


Vegirnir vóru góðir, fýra breytir at koyra á hvønn vegin, men til tíðir koyrdu minst 6 bilar síð um síð eftir vegnum, haldi tað kortini sá út til at verða eitt skipað kaos smiley

 

Komin í høllina var stórur spenningur, veddingarfyritøkurnar høvdu spátt føroyska liðið at vera favorittar, og hetta legði sjálvandi eitt ávíst press á bæði lið og áskoðarar. Vit vóru áleið 20 føroyskir áskoðarar, men tað legðist skjótt afturat við blíðum og áhugaðum algerum, sum fjeppaðust uppi í okkum – tað skerst ikki burtur, at tær ungu, ljósu genturnar øktu um áhugan hjá fjepparunum blush

Veddingarfyritøkurnar fingu rætt, Føroyar vunnu á Kili, og fagnaðurin var stórur. Stuttligt at síggja leikararnar so ovurfegnar, og gott var at heilsa uppá teir eftir dystin - onkur sjómanspápi og sonur høvdu ikki sæð hvønn annan í heilar 6 vikur. 


Lagið var gott heima á hotellinum um kvøldið, og dúgliga bleiv tosað um dystin og um væntanir fyri komandi dystir smiley

 

Umstøðurnar góðar

Hotellið, vit búðu á, var framúr gott við øllum hentleikum. Hitin í Algeria lá millum 34 – 38 hitastig hvønn dag, so gott var við klimaanleggi og svimjihyli at svala seg við. Kann nevna her, at á almennum vesum í Algeria er eingin sjálvfylgja, at tú fært fatur á wc-pappíri, so okkara størsta luksus í Algeria var rætt og slætt ein wc-rulla frá hotellinum, sum vit høvdu við okkum, tá farið varð út smiley


Hvussu Algerar gjørdu uttan okkara wc-rullu, taðveit eg ikki, men onkur vildi vera við, at brúsan, sum hekk við síðuna av wc-kummuni á nøkrum vesum – men avgjørt ikki á øllum - bleiv nýtt til at skola við – vóni ikki, at tað var hetta vatnið, sum fleyt á flest øllum almennum wc-gólvum.... sad


Møta Suðurkorea

Dagin eftir skuldu Føroyar spæla ímóti Suðurkorea, og vit møttu tíðliga í høllini. Stuttligt var at síggja allar Algerarnar aftur, sum nú vóru enn fleiri í tali enn dagin fyri. Tey kappaðust um at sleppa at veittra við føroyska flagginum og at sita so tætt upp at áskoðarunum sum gjørligt laugh  Strævið er at rópa ein heilan dyst, so gott var at fáa hjálp frá Algerum.  

 

Dysturin ímóti Suðurkoreanum skuldi vísa seg at gerast ein sannur stoltleiki fyri allar Føroyar. Tá eg sá hugburðin, bæði á bonkinum og úti á vøllinum, kom eg at hugsa um fyrsta ørindi av sanginum  “Leggið út árar” hjá okkara stóra skaldi Mikkjali á Ryggi, sum er soljóðandi:

Leggið út árar og reystliga rógvið!
Hart rópa formenn: “Nú halda vit til.”
Blámar frá bløðum og brýtur frá bógvi; 
Fremstur í ferðini hvør vera vil.
Dreingir, ið duga,
árarnar toga,
spengurnar knýta teir,
leysakøst grýta teir. 
Hvessingar springa sum kátastu fyl.

 

Ungu dreingirnir úr lítla oyggjasamfelagnum í Norður-atlantshavi vístu suðurkoreanum, hvar “skápið skuldi standa” og vunnu ikki bara dystin, men eisini hvørt einstakt mannahjarta heima í Føroyum – og dreingirnir vóru findarglaðir og rørdir at frætta um stóru undirtøkuna heimanífrá.


Nú varð sungið og trallað heimaftur á hotellið, taxasjafførarnir funnu útav, at Føroyar høvdu vunnið og vístu geist við at rópa “YOU WINN!” og so løgdu teir seg á floytuna og sikk-sakkaðu millum bilarnar á vegnum. Glað vóru vit, tá vit endiliga komu á hotellið, har vit aftur vórðu fagnaði av securety fólkinum og fólki annars á hotellinum.  

 

Skarpur hildarleikur

Nú var staðfest, at Føroyar høvdu møguleika at teljast millum 16 tey bestu londini í heiminum, men enn vóru dystir eftir í bólkaspælinum móti so stórum tjóðum sum Noregi, Týsklandi og Ungarn. Hesir dystir skuldu eisini vísa seg at blíva tríggir nervapirrandi dystir fyri okkum áskoðarar. Gott var at hava fleiri sera entusiastiskar áskoðarar við í áskoðarahópinum smiley 

 

Onkur áskoðaramamma – er hon nevnd, so er hon kend - dugir væl at taka til, og hvat er meira hóskandi enn at tríva í Ormin Langa, tá Føroyar eru í hildarleiki ímóti Noreg: “til tað svaraði Ólavur kongur frá man frættast víða, skarpur verður hildarleikur, tá norðmen mót norskum stríða” og allir áskoðarnir rópa “Koyr á Føroyar!!"!

 

Týdningarmikil stuðul frá fjepparum

Undir einum av hesum dystunum er áskoðarafjøldin dovnað og hetta hóvar ikki øllum. Undir liðini á mær situr sama fjepparamamma og er nú ónøgd við áskoðarafjøldina. Knappliga loypur hon upp úr stólinum við nevanum á lofti, meðan hon rópar: Hvussu kunnu teir orka at stríðast, um vit ikki vísa teimum at vit eru við allan vegin!!!?? Og so aftur at rópa Koyr á Føroyar, koyr á!!!

 

Tá hugsað verður um hondbóltsentusiastar, kann eg ikki lata vera við at nevna Ásbjørn N. Nattestad. Hann og konan Katrina fóru allan tann langa vegin til Algeria fyri at stuðla føroyska liðnum. Tað sást á øllum brøgdum, at Ásbjørn livdi seg heilt og fult inn í dystirnar. Katrina hevði úr at gera at halda hansara blóðtrýsti undir kontroll og royna at køla hann niður, tá harðast leikti á smiley


Eisini kunnu vit stórfegnast um, at Ásbjørn vann á síni flogræðslu á túrinum.

 

Undir upphitingini til dystin ímóti Týsklandi blivu vit ovfarin at hoyra føroyskan tónleik runga í hátalarunum, tað var Janus Wiberg Mortensen, sum sang “Eg elski hesar løturnar” og sjálvandi var tað Anna Dam, sum hevði fingið hetta í lag. 

 

Høvdu týskarar á knøunum

Dysturin móti týskarunum var ótrúligur: føroysku leikararnir vóru framúrskarandi og hildu tætt í 50 minuttir og kundu líka væl havt vunnið á týskunum. Haldi, vit sótu eftir við kensluni av, at vit áttu at havt vunnið dystin.


Vit høvdu teir á knøunum” segði Pole J. Hansen við Trónd Arge hjá Rás2.  Forkvinnan í HSF, Gunn Ellefsen, segði tað eisini so rámandi, “at sita aftaná dystin ímóti Fraklandi og hálvavegna hava gron, tí vit ikki vunnu, tað sigur nakað um, hvussu stórar væntanirnar nú vóru blivnar”.


Eftir hvønn dyst savnaðust vit áskoðarar uttanfyri høllina við bussin hjá føroyska liðnum og tóku ímóti, tá liðið kom út úr høllini. Tikið bleiv samanum dystin saman við leikarum, venjarum og hjálparfólki, áðrenn liðið fór avstað aftur - við politieskortu - heim at fyrireika seg til næsta dyst. Hetta kvøldið eftir dystin ímóti týskarunum vóru leikararnir ótrúliga skuffaðir.


Heima á hotellinum gekk diskussiónin harðliga fyri seg, har vóru nógvar loysnir uppi og vendu, helst var onkur skilagóð loysn, sum kundi verið brúkt fyrr um dagin, men talan mundi í størstan mun vera um ein hondbóltsrús av teimum stóru, tí tá tikið bleiv samanum, so var dysturin móti Týsklandi bara eitt fantastiska heiðurligt úrslit fyri Føroyar, og fólk fóru glað til songar.


Spenningur at møta frakkum

Eftir bólkaspælið var staðfest, at Føroyar skuldu spæla fyrsta dystin móti stóru fronsku hondbóltstjóðini. Hetta hóvaði dreingjunum og áskoðarunum væl. Eisini mammuni, sum í januar stóð í høllini á Hálsi og stúrdi fyri, at dreingirnir nú blivu tveittir fyri leyvurnar og hugsaði um søguna um lítla David móti stóra Goliat. Nú vóru hesir tankar blivnir til veruleika, hóast nú var ikki talan um piprandi mammukenslur, men heldur móðurligar tjóðskaparstoltleikakenslur :)

 

Spenningurin var øgiligur undan dystinum, og tað sást á øllum brøgdum, at fransmenn vóru ørkymlaðir og vóru eisini teir, sum tóku fyrsta Time-out.  Frálíka sitatið frá U21 leikaranum, Róa Berg Hansen, eftir dystin segði alt: “Teir hava allar fortreytir at hølva okkum av, men teir hava ikki okkara vilja, ikki okkara geist og ikki okkara hjørtu!


Seinasti dysturin bleiv spældur móti svium, men nú sást, at okkara menn vóru troyttir og taptu móti svium. 


Fjepparamamman mikla var tó framvegis í essinum og treiv aftur í eitt ørindi úr Orminum Langa: “Høgdu og stungu Noregismenn, bæði við svørði og spjóti, títt so fullu teir svensku menn, sum grasið fýkur av gróti”. Jú, sanniliga eru eldhugaðir og ágrýtnir áskoðarar gull verdir!


Hesar dagarnar í Algeria - á sumri 2017 - vóru vit áskoðarar enn einaferð vitni til søguskrivingina hjá okkara ungu U21 leikarum, venjarum og hjálparfólki.


Ógloymandi løtur, sum eisini vórðu dokumenteraðar av Rás2, sum hevði sent framúrskarandi útvarparan, Trónd Arge, til Algeria at fylgja liðnum. Flott arbeiði, Miðlahúsið og Rás2, og takk fyri tað!

 

Eisini stundir til sightseeing

Sjálvt um tað mesta av tíðini hjá okkum áskoðarum fór við at hyggja at hondbóltsdystum og annars at njóta sólina og umstøðurnar á hotellinum, so gjørdu vit onkran einkultan avstingara út at síggja nakað av Algeria, m.a. monumentið, sum ímyndaði tey 3 loysingar-stórkríggini í Algeria. Eisini vóru vit ein dagstúr í Tipaza, har vit m.a. vitjaðu tann gamla rómverska býin.

 

Vit vóru so heppin at møta einum ungum Algera, Mahi nevndur at navni. Hesin ungi og fryntligi Algeri bleiv okkara “fylgisveinur” í Algeria og “stóð á høvdinum fyri okkum”.  Hann var eitt ómetaliga gott umboð fyri landið.

 

Ein ógloymandi hondbóltsferð er komin at enda. Skjótt er at flúgva runt knøttin, so longu 12 tímar eftir at vit vóru farin úr Algeria, lendu vit á flogvøllinum í Vágum ólavsøkuaftan. Glað at vera heima aftur, og ómetaliga glað fyri enn einaferð at hava verið vitni til søguskrivingina hjá U21 hondbóltsliðnum.

 

 


Fari hervið at ynskja U21 dreingjunum, venjarunum, hjálparfólki og HSF hjartaliga til lukku við flotta avrikinum við ynski um góðan byr við 1. versi í ítróttarkvøðuni hjá Janusi Djurhuus:
Førum fram yvir dalar og fjøll –
Føroya havoygdi ungdómur reysti –
fremjum ítrótt og fimleik um vøll –
latum forndansin dynja í høll –
skipið kvæðini snjøll –
trínum lættliga fram og við treysti.

 

Við hondbóltskvøðu,
Sunneva Jakobsen

 

 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com