29. august 2017

Tilmelding og tilmeldingardagur hjá H71


Tilmeldingardagurin hjá H71 fyri kappingarárið 2018/2018 verður sunnukvøldið 10. september kl.17.00 í skúlanum við Løgmannabreyt.

Tú kanst lesa um tilmelding, limagjald og annað her.

 

Sjálv tilmeldingin fer fram við at trýsta á hesa leinkjuna.

 

Tilmeldingardagurin

Dagført 30. august kl. 22:15: Tilmeldingardagurin er fluttur frá 8. september til 10. september klokkan 17.

 

 

Allir leikarar og foreldur og avvarðandi at børnum, sum spæla við H71, eru vælkomin á fund.

 

Vit byrja við einari hugnaløtu.

 

Hvør familja verður biðin um at taka eitt fat av smurdum breyði ella líknandi við. Hetta verður sett á eitt felags borð til øll at fáa sær av.

 

Aftan á greiðir nevndin frá virksemi felagsins og um komandi kappingarár.

 

Ungdómsvenjarin hjá okkum, Mark Lausen-Marcher, kemur eisini at greiða frá, hvat dentur verður lagdur á í venjingini í vetur, og frá meginreglum í sambandi við liðuppbýtið.

 

Aftan á felags foreldrafundin verður stuttur fundur fyri hvønn árgang sær inni í skúlastovunum. Her fáa foreldrini høvi til, saman við venjarum, at skipa virksemið um hvønn einstakan árgang.

 

Men - gloym ikki at minnast til at melda teg til her.  laugh



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo