6. september 2017

Stórsteypadysturin í kvøld


Hondbóltsárið hjá besta mansliðnum byrjar í kvøld, mikukvøld, klokkan 20 við stórsteypadysti í Hoyvíkshøllini.

Aftur í ár skulu vit leggja út við einum finaludysti móti teimum gulu úr Vestmanna í stórsteypadystinum millum vinnaran av landskappingini og vinnaran av steypakappingini undanfarna ár. Talan er um tann árliga og vælgerandi finaludystin um Lionsbikarið, ið Lions skipar fyri. Dysturin verður í kvøld, mikukvøld, kl. 20.00 í Hoyvíkshøllini.

 

Spennandi verður at eygleiða nýggja lið okkara, ið tekur við eftir liðið frá í fjør. Í fjør vunnu vit sum kunnugt the trippil, við bæði at vinna stórsteypadystin, steypakappingina og landskappingina. Einki er at ivast í, at liðið í ár fer at leggja nógv fyri, men líka so lítið er at ivast í, at tungt verður at lyfta arvin frá í fjør.

 

Sigast má, at liðið í ár er broytt nakað frá í fjør. Leikarar sum Peter Krogh, Helgi Hildarson Hoydal, Tróndur Arge, Dánjal Tórgarð og Jónas Gunnarson Djurhuus eru farnir. Nýggir á liðinum eru leikarar sum Mark Marcher, Esbern Patursson, Johann Hofgaard. Men tað skal eisini leggjast afturat, at allur hópurin nú er eitt ár eldri enn í fjør, og tá tú hevur ein so ungan hóp, so skal tað sanniliga ikki undirmetast. U-21 landsliðsleikarar okkara á liðinum, Hilmar Leon Jakobsen, Vilhelm Poulsen og Pætur Thomsen hava í summar leikt endaspæl um heimsmeistaraskapið í Algeria, og tað, teir hava heim aftur við í viðførinum, hevur allarhelst ment teir munandi til at taka við berandi leiklutum á liðinum í ár.

 

Nógv hevur verið lagt fyri í venjing nú í summar, og havandi í huga, at vit hava leikarar á landsliðnum, ið hava vant eyka nógv í summar, so eru menn og liðið sum heild kropsliga væl fyri. Liðið er ikki so bulmikið, so gott er at vera væl fyri, tá leikferðin helst skal nakað upp í mun til í fjør, bæði í verju og í álopi.

 

Hvussu mótstøðulið okkara, VÍF, er fyri, vita vit ikki so nógv um. Frætt er um nakað av leikarafrágongd, umframt at VÍF árliga hevur leikarar, ið bert spæla vetrarhálvárið (frá umleið á jólum til leikárið er endað), so liðið er helst eisini nakað broytt í mun til tað lið vit leiktu FM finalu ímóti í vár.

 

Vanliga eru dystir millum hesi bæði lið intensir og spennandi, og vóna vit eisini, at hesin dystur verður tað. Góðan dyst øll somul og møti nú so fjølment at stuðla liði tykkara – og ikki minst Lions Club, ið skipar fyri dystinum, har avlopið fer til Heilafelagið.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo