hósdagur, 7. september 2017

H71 endurvann Lions Cup


Skrivað hevur: Sjúrður Hildarsson Hoydal

Mynd: HSF

Í hesum ársins fyrsta dysti var rútman eyðsæð ikki tann sama sum í finaludystinum í vár.

Mikukvøldið tjóvstartaði H71 og VÍF kappingarárið í Hoyvíkshøllini. Talan var ikki um landskappingardyst, men sonevnda stórsteypadystin, ið Lions skipaði fyri aftur í ár.
Árligi stórsteypadysturin um Lions Cup er altíð millum føroyameistararnar og steypavinnararnar frá undanfarna kappingarárið.


H71 gjørdust greipuvinnarar í vár og skuldu sostatt spæla móti FM-silvurvinnarunum, VÍF.

 

Hesi bæði feløgini hava stríðst um Føroyameistaraheitini sínamillum tey seinastu trý árini og hava spælt nógvar minniligar dystir, so lagt var upp til ein áhugaverdan dyst um Lions Cup.

Frágongd hevur verið í báðum feløgunum, so áhugavert var at síggja, hvussu liðini høvdu skipað seg at byrja kappingarárið.

 

Leikarar farnir

Hjá H71 máttu vit í summar siga farvæl við Trónd og Dánjal umframt U-21 hetjurnar báðar, Jónas og Helga.


Harafturat er ársins leikari í Føroyum seinasti tvey árini, Peter, eisini farin av landinum at royna seg, so nógvir stórir skógvar skulu fyllast á fleiri plássum hetta kappingarárið.

 

Tá H71 gav bóltin upp við dystarbyrjan, høvdu vit tó framvegis tvær U-21 hetjur á vøllinum, tí Hilmar Leon og Vilhelm stillaðu upp á hvør sínum bakki, umframt at enn ein hetja – Pætur – sat uttanfyri við skaða.
Og hóast liðið hevur mist ársins leikara frá í fjør, so kundu vit fegnast um at síggja ársins leikara frá 2015, hjálparvenjaran Mark, aftur á vøllinum.

 

Seint í gongd

Dysturin byrjaði spakuliga, og tað skuldu ganga fleiri enn tríggir minuttir, áðrenn Vilhelm fangaði ein retur og fekk skorað til 1-0.


VÍF svaraði aftur, áðrenn Mark breyt ígjøgnum og skoraði sítt fyrsta mál til 2-1.

 

Liðini fylgdist fyrsta partin av hálvleikinum, meðan tey hvør í sínum lagið leitaðu eftir spælinum, ið fekk tey í finalurnar í vár.


Tað var eyðsýnt, at hetta var ársins fyrstu dystur, tí rútman í spælinum var ikki tann sama, sum vit sóu í finalunum.


Tó var tað eisini pláss at royna eftir flottum málum, og millum annað skoraði Bogi ein flúgvara til 3-2.

 

Vestmenningar framum

Eftir 15 minuttum var støðan 6-6 og H71 tók time-out. Hendan fyrsta fjórðingin av dystinum sat ein við kensluni av, at neyvleikin ikki heilt var til staðar í álopinum hjá báðum liðum – tó hjálpt av at málverjarnir í báðum endum, Ári og Mladen, stóðu sera væl.


Støðan kundi eisini verið ein onnur, um H71 fekk skorað eftir onkrum av snarálopunum, ið teir royndu nógv eftir. Men antin sótu spælingarnar ikki har, tær skuldu, ella bjargaði Mladen.

 

Liðini fylgdust næstu tíggju minuttirnar, tó at VÍF nú høvdu hug at leggja seg tvey mál framum. Eftir 26 minuttum, fingu vit minkað um munin niður í 11-12 tá Hans Kári spældi fikst afturum seg og fann Niklas, ið var runnin inn á strikuna har hann fekk brotskast, ið Mark setti í netið.

 

Hetta skakaði ikki VÍF, ið hevði hug at renna undan tað, ið eftir var av hálvleikinum. Jens var komin inn í málið og fekk fatur á onkrum, men VÍF fekk fatur á returunum, og tá ein minuttur var eftir av hálvleikinum, var støðan 11-14 til VÍF.

 

Mark fekk tó minkað um munin niður í 12-14, áðrenn VÍF svaraðu aftur. Men H71 fekk seinasta málið í hálvleikinum, tá Bergur við høgru hond úr høgru veingi, leyp langt inn og setti bóltin flott í málið til hálvleiksstøðuna 13-15.

 

Enn munur

Eftir ein fyrra hálvleik, ið ikki var harliga leiktur við ongum útvísingum, kom ein útvísing eftir hálvan minutt av seinna hálvleiki. Tað var Sigmundur Dahl, ið hevði verið ov grammur. Filip skoraði til 13-16 við brotskastinum.

 

VÍF tóktist at hava munin, og nógv av ábyrgdini hjá H71 lá á Mark, ið skjeyt heili seks mál í fyrra hálvleiki.


Eftir tríggjar minuttir av seinna hálvleiki meldaði Hilmar Leon seg tó eisini inn í dystin, tá hann skoraði eitt vakurt hoppiskot til 15-17. Eina løtu seinni endurtók hann bragdi og skoraði til 17-19. 

 

VÍF svaraði tó aftur og komu upp á 17-21. Og munurin kundi eisini verið størri, um teir ikki brendu brotskast eftir 8 minuttum.


Sonni var ikki nøgdur við støðuna og tók time-out. Hetta tóktist at gagna eitt sindur tí Hilmar Leon skoraði aftur stutt eftir time-outið.

 

VÍF lá framvegis omaná, men H71 var betri við enn áðrenn time-outið, og Bogi fekk skoraði uppá ein retur til 19-22, áðrenn Mark fekk slitið seg ígjøgnum til sítt áttanda mál.

 

Um hetta mundið helt Leivur at hann eisini vildi spæla við, og fekk vunnið sær eitt brotskast, ið Mark skoraði til 21-23, áðrenn Leivur sjálvur setti bóltin í netið til bæði 22-23 og 23-23 eftir einir 15 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki.


Nú var gott lag á H71, men VÍF fekk skorað til 23-24 samstundis sum Niklas mátti av vøllinum í tveir minuttir. VÍF ætlaðu at økja um munin, men Jens stórbjargaði av vonginum áðrenn Hilmar Leon stríddi seg ígjøgnum og javnaði til  24-24.

 

VÍF helt á at royna at økja, og tað eydnaðist til 24-26 áðrenn Leivur skoraði ein flottan flúgvara.

 

Broyting aftan á time-out

Løtu seinni eydnaðist tað VÍF at koma upp á 25-28, og Sonni tók enn eitt time-out eftir 22 minuttum.


Hetta skuldi vísa seg at vera ein avgerðandi støða, tí H71 kom sera væl út til seinastu átta minuttirnar.


Vilhelm langaði eitt hoppiskot í málið stutt eftir time-outið, áðrenn VÍF-legan sá, at okkurt var galið, og tók time-out 23 minuttum.

 

Tað tóktist at eydnast teimum væl, tí støðan gjørdist 29-26 stutt eftir, men so bragdaði veruliga hjá H71.


Fyrst skoraði Sigmundur Nolsø til 27-29, síðani Andor til 28-29, samstundis sum VÍF fekk eina útvísing. Nú sá gott út, og Niklas fekk sent bóltin í tómt mál til 29-29, áðrenn Vilhelm legði H71 á odda 30-29 eftir 26 minuttum.

 

Hendan støðan helt sær eina løtu, og tá hálvurannar minuttur var eftir at leika, tóktist Sigmundur Nolsø at gera eitt dýrt mistak, tá hann fekk eina útvísing. Nú tevjaði VÍF møguleika at javna, men Jens framdi eina týdningarmikla bjarging, og í næsta álopinum avjørdi dagsins maður, Mark, dystin við sínum 11. málið til 31-29.

 

Ein hálvur minuttur var eftir, og VÍF royndi at svara aftur, men Jens bjargaði enn einaferð, og Andor kundi fara í snarálop at seta punktum til 32-29.

 

Sostatt kundi H71 lyfta Lions-bikari annað árið á rað, og samstundis fegnast um enn ein sigur á størsta kappingarneytanum seinastu árini.

 

Hetta hóast VÍF lá omaná meginpartin av dystinum, heilt til teir seinastu 8 minuttirnar av dystinum, tá H71 tók time-out og megnaði at skora sjey mál móti tí eina hjá VÍF.


Tað at kunna spæla so sannførandi seinastu løtuna av dystinum ber boð um, at liðið er í góðari venjing, og at hópurin framvegis hevur eina ávísa breidd hóast stóru frágongdina.


Hepni var eisini við H71 seinastu løtuna, tað er vist. Og Jens gjørdist sera avgerandi við fleiri stórum bjargingum móti endanum.

 

Undir øllum umstøðum gjørdist hetta ein góð undansýning til kappingarárið, og venjarnarir fingu helst svara nógvum spurningum um, hvussu liðið er fyri tá landskappingin byrjar.


Nakrir av yngru leikarnarir fingu víst seg væl fram, og tað var stuttligt at síggja Vilhelm og Leiv taka ábyrgd við ávíkavist fimm og trimum málum, og fleiri av teimum í týdningarmiklum støðum. Boas og Niklas spældu eisini nógv í verjuni, og fingu víst sínar dygdir, so tað verður spennandi at síggja, hvussu tað fer at hilnast hjá teimum í hesum kappingarárinum.

 

Eitt er vist: Framtíðin er svørt.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com