fríggjadagur, 8. september 2017

Partille Cup 2017


Skrivað hevur: Bergtóra Høgnadóttir

Í summar luttók H71 í Partille Cup 2017.

Á fjórða sinni fóru vit so glað, spent og spelkin úr Hoyvík til Svøríkis í summar. At luttaka í Partille Cup.


Bæði leikarar, systkin og foreldur tóku aftur í ár so avbera væl undir við hesum, tí tá samanum kom, vóru 145 leikarar við, og í ferðalagnum vóru vit um 350 fólk. Leikararnir mannaðu heili 17 lið, so umvegis H71 taldust Føroyar millum tey mest vælumboðaðu londini í kappingini. 


Vit høvdu ein heilan skúla fyri okkum sjálvi, har árgangirnir fingu eitt flokshøli í part. Harumframt var eisini rúm fyri bæði einum mammu -og einum pápakamari á skúlanum.


Mong fóru við Norrønu, onnur flugu. Longu leygardag komu fleiri til Göteborg, har kappingin var, hóast kappingin ikki byrjaði fyrr enn týsdag.  Sunnudag og mánadag tóku fólk sær av løttum, og leikarar og venjarar fingu eisini roynt grasvallirnar og fingu harvið í størri mun varhugan av, hvussu var at spæla á grasi.


Við í keypinum hjá teim flestu var matar -og ferðakort í Göteborg. Og tað kom væl við, tí hóast nógv lið spæla á Heden, har fleiri vallir eru, so skuldu onnur bæði við tok/sporvognum fyri at koma á dystarstaðið. Hjá nøkrum foreldrum var sjálvandi nakað av rennaríi millum ymsu støðini, um hepnast skuldi at síggja  børn teirra,  sum spældu runt um í býnum, men bussar og sporvognaskipan riggar avbera væl í Göteborg.


Kappingin byrjaði týsdag. Liðini spæla vanliga á leið tveir dystir týsdag, mikudag og hósdag. Síðani vera tey deild upp í A og B bólk, eftir tað eru tað sonenvdir ‘vinn-ella-forsvinn’ dystir. Og til seinast eru so finalurnar leygardag.

 

Sjálvandi vónaðu vit, at ‘okkara’ fóru at klára seg væl, men at vit fóru at hava heili fleiri lið við í kappingini til finaludagin, tað var heilt fantastiskt! Tá avtornaði var hetta støðan fríggjakvøldið undan finaludegnum: 
Níggju lið hjá H71 endaðu í A-endaspælinum.
D11 eru millum fýra teir bestu av 36 liðum.
D12 skulu spæla finalu og 41 lið luttaka hjá D12.
D13 eru millum 8 og 16 teir bestu av 82 liðum.
D14 eru millum 16 og 32 teir bestu av 82 liðum.
D15 skulu spæla 1/4 finalu og 101 lið hava luttakið hjá D15.
G10 eru millum fýra tey bestu av 18 liðum.
G12 skulu spæla finalu og 55 lið luttaka hjá G12.
G14 eru millum 8 og 16 tey bestu av 130 liðum.
G18 eru millum 4 og 8 tey bestu av 59 liðum.

 

Og min sann - tá avtornaði høvdu vit heili trý lið, sum spældu A-bólka finalu leygardag og eitt lið, sum spældi finalu í B-bólkinum. So fantastiskt at tað gekst liðum okkara so serstakliga væl. Hugaligt og stuttligt.

 

Fjepparafjøldin, átti ivaleyst eisini sín part av avrikinum. Hollur stuðul hjá liðunum var alt ferðalagið.


Uttanfyri vøllin var eisini gott sosialt lív. Bæði á skúlanum, har vit hugnaðu okkum um kvøldarnar, og á Gothia Tower, har nógv foreldur búðu. Nøkur fá búðu á Opalen. Har var eisini frálíkt – einasta ‘minussið’ var at har vóru alt ov fáir føroyingar! Hotellið var framúr gott tó, og tað lá serstakliga væl fyri í mun til Heden.


Leygarkvøldið eftir finalurnar grillaðu og ruddaðu vit á skúlanum. Eitt avbera hugnaligt punktum á einari serstakliga góðari ferð hjá Hå-sjytti-en, sum tey siga H71, í Svøríki. 


Góð úrslit, góð fólk, gott veður, ja – ein góð summaruppliving.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com