sunnudagur, 24. september 2017

H71 kvinnur í Hvonndeildini


Skrivað hevur: Jákup Símun Simonsen

VB-H71

17. september var ein søgiligur dagur í H71. Hendan dagin runnu H71 kvinnurnar á fyrsta sinni á vøllin suðuri í Vágshøll at leika hondbólt í bestu deildini hjá kvinnum.
Í góðveðrinum hendan vakra heystardag høvdu fleiri leitað sær suður til Vágs at uppliva og eggja liðnum, nú hendan stóra uppgávan lá fyri framman.


Kl. 15.00 varð bríkslað í gongd, og er nú størsta hondbóltsfelag í Føroyum eisini umboðað í bestu kvinnudeildini.


Og tað gekst væl – vit lógu mestsum á odda ein stóran part av fyrrahálvleiki. Støðan í hálvleikinum var 14-14.


Í seinna hálvleiki dróg VB nakað frá og fór framum 19-14. Men røsku hoyvíksgenturnar góvust ikki og komu uppá javnleik 22-22 í 24. minutti. Men so gingu kreftirnar undan, og VB vann at enda 27-23. 


Hetta var ein sera góð byrjan, har allar royndu sítt besta. Miðalaldurin á liðnum var bert 18,2 ár, so hesar hava nógv ár fyri framman. Eva Barba var framúr við sínum 9 málum – harav 6 trygg brotskøst vórðu sett í netið hjá mótstøðuliðnum.

 

Dómaraseðil VB-H71.

 

H71-VÍF

21. september kl. 18.30 tóku H71-kvinnurnar ímóti einum av FM-favorittunum – VÍF - í Hoyvíkshøllini.


Tær løgdu væl fyri við at fylgjast við VÍF út á miðjan fyrrahálvleik. So fóru vestmannagentur nakað frá - og hálvleikstøðan var 17-11 til VÍF. Vit komu tó afturíaftur í seinna hálvleiki, og var støðan 22-24, tá 5.min vóru eftir, men so dragnaði, so endaliga úrslitið var 28-23 til VÍF.


Hetta var eisini ein góður dystur, har okkara kvinnur bjóða teimum bestu av. 


Tað skal tíð til alt – og tá nakað meir av dystarvenjing er fingin frá hondini, har genturnar verða vandar við nakað av hægri leikferð, ja so ..... vita vit, hvat tær fara at megna.
Hugaligt at síggja fleiri áskoðarar, sum komu at hyggja at dystinum í Hoyvíkshøllini.

 

Dómaraseðil H71-VÍF.

 

Ja, nú kunnu vit fara til dyst í Hoyvíkshøllini í best kvinnu- og mansdeildini í føroyskum hondbólti.

Góða eyðnu gentur – koyr á H71!!!!!!

 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com