mánadagur, 25. september 2017

Byrjanin var fín


Hvonndeildin, H71-Kyndil: 18-27 (11-12)


Myndir: Jan Sørensen

Kvinnurnar í Hvonn-deildini høvdu vitjan av Kyndli í gjár. Og tað bleiv ein dystur, sum - tá alt kom til alt - slett ikki var so galin.

 

Okkara fylgdu væl við allan fyrra hálvleik, og ongantíð var meira enn tað eina málið á muni, vit vóru eisini framman fyri nakrar ferðir.

 

Hálvleiksstøðan var 11-12. Ein flott støða, sum - vóni ikki at fornerma nakran - fá høvdu roknað við.

 

Í seinna hálvleiki valdu okara at spæla við 7 útileikarum. Tað var kanska betri ógjørt, tí tað var ein orsøk til, at tær grønu fimm mál á rað - har av fleiri í tómt H71-mál, áðrenn okkara aftan á 8 minuttir fingu sítt fyrsta mál til støðuna 12-17. Tann støðan stóð við og versnaði, og dysturin endaði við 18-27.

 

Mann kann altíð hugsa: 9 mál á muni. Í øllum førum tey 3 komu í støðum við 7 útileikarum. Og altso tómum máli. Tey 3 málini hava kanska eini 2 "frustrasjóns-mál" við sær - so nú eru 9 ÷ 3 ÷ 2 = 4 mál eftir. Kanska hevði tann málmunurin verið tann rættari...

 

Well - gitingar, tað kann mann brúka til so nógv.

 

Hóast tapið, so muga vit siga, at okkara kvinnur gjørdu ein góðan innsats. Og tað kundi verið betri, tí onkuntíð sat mann og spurdi "hví fór hon ikki bara sjálv?". Jú, enn manglar ymiskt at fáa á pláss. Og tað fer uttan iva at koma. 

 

At áskoðararnir - hóast alt - vóru nøgdir, tað merktu kvinnurnar nokk væl av lógvabrestunum frá fjøldini, sum var rættuliga stór.

 

Blivið tit bara við. Trúgvið meira á tykkum sjálvar.

Vit síggja fram til góðar og spennandi dystir í hesum kappingaráðrinum, sum júst er byrjað.

Tí framtíðin - hon er svørt!

 

 

Dómaraseðil.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com