mánadagur, 25. september 2017

Dystur til hálvan prís


FTZ-deildin, H71-Kyndil: 29-25 (18-8)


Myndir: Jan Sørensen

Enn ein ósigur til Kyndil, enn ein sigur til okkum.

At Kyndil áðrenn kappingarársbyrjan varð mett at vera ein av toppkandidatunum, tað kann tykjast óskiljandi. Nú. Teir grønu vóru á vitjan hjá okkum í gjár.

Og vit komu væl frá byrjan. Rættuliga væl. Aftan á 15 minuttir varð støðan 9-2, hálvleiksstøðan var 18-8.

 

Verjan hjá okkum stóð sum ein múrur. Ein múrur, sum alla tíðina var í gongd. Ári, sum var inni meginpartin av dystinum, hevði ein fínan dyst.

 

Veit ikki hvussu onnur høvdu tað, men var eg Kyndlafjeppari, so hevði eg havt andsperru í tærnum í dag. Onkur áskoðari helt, at handan dystin átti mann bara at goldið hálvan prís fyri.

 

Jú, jú, tað er stuttligt, tá tað gongur væl hjá H71. Men tað er nú meira undirhaldandi, tá tað er eitt vist mótspæl. Og tað var tað ikki ordiliga í fyrra hálvleiki.

 

Í seinna hálvleiki bragdaði betri hjá Kyndli, serliga í seinnu helvt megnaðu teir betri at fáa bóltin í okkara mál. Ta einu løtuna í umleið 6 minuttir kláraðu teir at fáa 6 mál inn, vit bara 1. Men tað sýntist líka nógv, sum at okkara eisini sýntust vera nøgdir við tað, sum var. Eina løtu í øllum førum. Og hóast tað ongantíð var vandi á ferð fyri okkara viðkomandi, so kennir mann seg ikki heilt álviligan, tá tað fer at ganga gott hjá mótstøðuliðnum. Í hondbólti gongur alt skjótt, og 5 minuttir er nógv. Tað hava vit sæð fyrr. Okkara vunnu tó 29-25. Og tann munurin kundi verið størri. Vit fóru eftir trimum stigum, vit fóru eftir, og vit fingu tey øll.

 

Toppskjúttar hjá okkum vóru Hilmar Leon og Rúni, meðan Mark onki mál gjørdi í gjár. Tað er gott, at ikki alt dúvar á ein leikara.

 

Tríggir dystir, fult stigatal, veldugt!

Blivið við, dreingir!

 

 

Dómaraseðil.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com